Hvussu er lagið?
Tað er altíð gott.
Nær varð tú gift?
Vit vóru gift 21.05.94
Hvussu var títt brúdleyp?
Jú, tað var okey. Vit vóru gift niðri í býráðssalinum í Havn, sum man gjørdi tá - eitt sindur óromantiskt, men fitt. Hæddarpunktið var nokk, tá vit koyrdu í einum øgiliga flottum Cadillac, sum maðurin hevði skaffað til okkum.
Hevði tú gjørt nakað øðrvísi, um tú gift teg ídag?
Ja, eg hevði rýmt av landinum á eina lekkra brúðarferð í staðin fyri at halda brúdleyp. Tað er altíð okkurt bøvl við brúdleypum, haldi eg.
Hvat ger teg glaðan?
Glað og positiv fólk, og at síggja børnini trívast.
Hvat ger teg illan?
Súr fólk, og fólk sum blanda seg uppí ting, sum ikki raka tey ein lort, kunnu fáa mítt blóð í kók. Uha...østi meg bara við at svara uppá hendan spurningin.
Hvat er títt yndisgóðgæti?
Tað eru jarðber-gummibomm, sum eru tildekkað við sukri. Man kann keypa tey sum blandað bomm ymsa staðni.
Hvat brúkar tú hvønn dag?
Undirbuksir...hahaha! Tað er so nógv, sum eg brúki hvønn dag, so eg veit ikki, hvat eg skal velja.
Hvat er tað besta við at vera kløn?
At man kann fara í tað, sum man vil, og so sjálvandi allir teir likamligu og sálarligu fyrimunirnir. Teir likamligu eru at man orkar betur at røra seg og at man ikki blívur so skjótt troyttur og pøstur. Teir sálarligu eru betri sjálvsálit, vælvera osfr.
Hvønn eginleika hjá tær sjálvum er tú glaðast fyri?
Kreativitetin.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Hugsi alt ov nógv. Alt skal vendast og dreygast. Blívi so ræðuliga troytt í høvdinum av tí.
Hvat er romantiskt?
Eg haldi, at tað er romatiskt, tá maðurin, leggur merki til okkurt, mær dámar, og yvirraskar meg við tí. Tá kenni eg meg forkelaðan.
Hevur tú nakra fyrimynd?
Eg hevði kunnað nevnt nakrar, men ein sum eg síggi upp til er mína lítlu systur Barbaru. Hon er ein ógvuliga sterk kvinna, sum dugir væl at seta klár mørk. Hon heldur fast við sítt og hvílir í sær sjálvari. Hon er ein ordiligur Carlsen og líkist nógv abba mínum, sjálvt um hon ongantíð hevur hitt hann. Eg vildi ynskt, at eg hevði eitt sindur fleiri av hasum Carlsen genunum í mær.
Hvør er besta bók tú hevur lisið?
Eg havi ikki havt tíð at lisið nakrar bøkur seinastu árini, uttan tær bøkurnar eg lesi til skúlabrúks.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Alt millum himmal og jørð.
Hvør er kendasti persónur tú hevur hitt?
Uha...hetta var ein torførur spurningur at svara, tí eg havi hitt so nógvar kendar persónar. Skal eg velja ein, má eg nokk svara Joey Tempest úr Europe
Er tú bangin fyri at gerast gomul?
Nei, slettis ikki. Eg ætli mær at búgva í Florida vetrarmánaðarnar, tá eg verið gomul í einum 50+ "community" og í Føroyum um summarið. Og so ætli eg mær at ferðast, tá eg verið gomul.
Hevði tú hugsa tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum?
Kundi hugsa mær at flutt aftur til Florida. Har er so heitt og lekkurt. Eg eri meiri til bikini enn kavadrakt.
Hvat hevur lívið lært teg?
At altíð vera erlig yvir fyri mær sjálvari og øðrum.
Navn: Vanja Justinussen
Aldur: 35 ár
Bústaður: Hoyvík
Starv: Lesi til sjúkrarøktarfrøðing á 4 ári
Familja: Gift við Aron Justinussen og eiga tvey børn - Teitur 12 ár og Mirjam 10 ár