Hvat ger teg glaðan?
Góður journalistikkur, góður skaldskapur, ein góður filmur, eitt gott ball, stuttlig og áhugaverd fólk, at ferðast, at spæla fótbólt, at vera saman við teimum nærmastu, og at teimum gongst væl.
Hvussu mentaður er tú?
Tað veldst um, hvat tú leggur í orðið ”mentaður”. Eg lesi rímiliga nógv og havi eina akademiska útbúgving, men eg eri ikki listarliga mentaður. Havi lisið ov nógvar yrkisbókmentir og ov fáar fagrar bókmentir. Tíverri.
Hvat er tað torførasta við tínum starvi?
At hava 4-5 dagar at gera eina sjónvarpssending um mentan aðru hvørja viku. Ofta einsamallur. Og tey, sum hava gjørt sjónvarp, vita, at 4-5 dagar ikki er nógv tíð. Úrslitið er, at eg sum oftast eri hamrandi ónøgdur við tað, sum eg geri. Men eg billi mær inn, at tað er betri enn einki.
Um tú ikki var sjónvarpsvertur, hvat hevði tú so verið?
Tað kundi verið so nógv. Skrivandi journalistur, undirvísari, granskari, fátækur fjakkari, undercover agentur, aktivistur ímóti religiøsa diktaturinum í Iran, you name it…
Hvør er besta bók, tú hevur lisið?
Ómøguligt at siga. Lesi júst eina bók um fólkamorðið í Darfur, sum neyvan verður gloymd í bræði. Sataniskur óndskapur.
Hvør núlivandi føroyingur er ordiliga kulur?
Eg havi eina ella aðra óforkláriliga virðing fyri Róa Patursson. Hann virkar so áhugaverdur. Keðiligt, at vit hoyra so lítið til hann. Men hinvegin er tað kanska tað, sum ger hann kulan.
Hvussu ger tú fyri at "skora"?
Eg geri einki FYRI at skora. Tann mest sexuti eginleikin er væl at hvíla í sær sjálvum, ha?
Hevur tú damu?
Ja.
Nær smakkaði tú tær seinast á?
Fyri eini trimum vikum síðani.
Hvønn eginleika hjá tær sjálvum ert tú glaðast fyri?
Forvitni. Lívsappetittur. Tann generelli áhugin fyri tí, sum hendir nær og fjar. Tað er helst besti heilivágurin ímóti depressión, dølskni og líkasælu.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Rastloysi. Havi trupult við at taka eina avgerð og standa við hana. Havi eina konstanta kenslu av, at man ikki fær nóg mikið burturúr samdøgrinum. At tíðin ikki verður gagnnýtt. Fokuseri kanska ov nógv uppá alt tað, sum ikki eydnast. Og hugsi ov lítið um tey, sum líða neyð, og sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond.
Hvat ger teg illan?
At politiski journalistikkurin í Føroyum er so veikur. At politiski myndugleikin hevur so lætt spæl, hóast ódugnaskapurin rópar til himmals. Manglandi virðing fyri serfrøðini. Fólk, sum siga seg hava eina átrúnaðarliga sannføring, men sum ikki hava ómakað sær at kanna, hví tey trúgva hesum ella hasum. Og so øll líðingin úti í stóru verð, tað verði seg politisk og religiøs kúgan ella sosial og materiell órættvísi.
Trýrt tú uppá gud?
Ein spurningur, sum eg havi hugsað um alt mítt lív. Nei, eg trúgvi ikki uppá ein Gud í siðbundnari merking. Í øllum førum ikki soleiðis, sum hann verður prædikaður í kirkjum og samkomum og lýstur í organiseraðum átrúnaði. Barnsligar og óbúnar gudamyndir, sum einans endurspegla, hvussu býtt, ússalig og arrogant menniskjan kann vera. Eg eri nokk ein klassiskur agnostikari. Tvs. ein, sum ikki góðtekur ein pástand, fyrr enn haldgóðar grundgevingar fyriliggja. Hesar havi eg ikki funnið enn og má sættast við, at lívið er ein loynidómur uttan svar uppá, hví vit eru her, hvaðani vit koma og hvar vit fara.
Hvør er tín lívrættur?
Havi ongantíð skilt, hví hesin spurningurin altíð kemur fyri í slíkum teigum. Tað yvirgongur mítt skil, at fólk skriva reglu upp og niður á Facebook um, hvat tey eta. Does anyone care?
Hvat hevur lívið lært teg?
At man neyvan finnur tey svarini uppá lívsins stóru spurningar, sum man einaferð ætlaði sær. At lívið neyvan verður nógv betri, enn tað er beint nú. At “forventningens glæde er den største glæde”. At eg angri fleiri ting, sum eg IKKI havi gjørt, enn sum eg havi gjørt.
Navn: Heini í Skorini
Aldur: 26 ár
Bústaður: Tórshavn
Starv: Journalistur