-Eg eri vónbrotin av løgmanni

- Sambandsflokkurin rindar ein høgan prís fyri hetta samstarvið, og eingin ivi er um, at trupulleikarnir í samgonguni fara at halda fram, sigur Helgi Abrahamsen, sum er vísur í, at tingmanningin als ikki er samd við løgmanni í hesari avgerð.

Í dag sigur løgmaður við in.fo, at hann ikki fer at koyra Jørgen Niclasen úr starvi, hóast ein samdur tingbólkur í Sambandsflokkinum heitti á løgmann um at gera júst hetta í síðstu viku. 

 

Nú hevur Jørgen Niclasen stevnt Kringvarpinum og Portalinum, og tað er eftir øllum at døma nóg mikið fyri at kyrra løgmann. 

 

Helgi Abrahamsen er tó ikki av somu áskoðan sum løgmaður. 

 

- Eg síggi nú, at løgmaður sigur, at hann ikki ætlar sær at koyra Jørgen Niclasen úr starvi. Men tað undrar meg, at hann sigur, at flest øll í tingmanningini taka undir við honum, tí vit hava ongan fund havt um hetta, sigur Helgi Abrahamsen. 

 

Hann er undir øllum umstøðum als ikki samdur við løgmann í, at ein stevning er nóg mikið. 

 

- Tað er undrunarvert, at vit fyri nøkrum árum síðani koyrdu Johan Dahl frá, men landsstýrismenn í øðrum flokkum fáa linari treytir enn okkara egnu, sigur Helgi Abrahamsen. 

 

Hann er ørkymlaður av hesari útsøgnini hjá løgmanni, sum hann ikki hevur hoyrt um ella er blivin spurdur eftir. 

 

- Sambandsflokkurin rindar ein høgan prís fyri hetta samstarvið, og eingin ivi er um, at trupulleikarnir í samgonguni fara at halda fram, sigur Helgi Abrahamsen, sum er vísur í, at tingmanningin als ikki er samd við løgmanni í hesari avgerð. 

 

Klokkan 17.00 vera løgmaður og Helgi Abrahamsen at hoyra í tíðindunum á Rás2.