Eg fái ikki takið á Kaj Leo

– Men lættari var at tekna Jóannes, Anfinn og Høgna, sigur Óli P, sum júst hevur latið úr hondum 25. bókina við teknum av baksíðuni á Sosialinum

– Men lættari var at tekna Jóannes, Anfinn og Høgna, sigur Óli P, sum júst hevur latið úr hondum 25. bókina við teknum av baksíðuni á Sosialinum

 

Skemti 2013 er tann 25. bókin í røðini við tekningum hjá Óla Petersen, betur kendur sum Óli P. Allar hesar tekningarnar í hesum 25 bókunum hava staðið á baksíðuni á Sosialinum síðani 1989 – og hóast hann nú er 77 ára gamal, so hevur hann ongar ætlanir um at gevast við at tekna.

 

– Nei, eg havi ikki hugsað nógv um, at tað er tann 25. bókin. Men sjálvandi er tað eitt runt tal, sigur Óli P, sum ikki vil gera so nógv burtur úr sær sjálvum.

 

– Eg eri kanska vorðin eitt sindur mildari við árunum, sigur hann.

 

Óli P sipar til, at hann kanska var eitt sindur ógvusligari fyrr, tá hann ofta teknaði fólk við svørði í hond, sum høgdu høvdið av hvør øðrum.

 

– Tað var sjálvandi myndaliga talað, men eg haldi, at eg havi broytt stíl eitt sindur í so máta, sigur hann.

 

Uttan at bera saman við ella nevna Nelson Mandela, sum doyði hósdagin, so sigur Óli P so skemtandi, at hann skal jú arbeiða saman við sínum fíggindum aftaná.

 

– Eg má jú hava skálkabrosið við – vit eru jú øll menniskju, sigur hann.

 

Sum fastur keiputeknari í 25 ár, so hevur Óli Peteresen teknað tey flestu, sum hava havt nakað at sagt í samfelagnum hesi 25 árini. Og vit kunnu siga, at tann, sum ikki er teknaður, hann kann ikki hava havt nóg nógv upp á seg.

 

– Eg haldi, at eg líkasum havi eitt sindur betur kontroll á tí eftirhondini. Summi eru tó verri at tekna, og ein teirra er løgmaður. Eg fái ikki takið á Kaj Leo. Eg veit ikki, hvat tað er sum ger tað, men tað var so nógv lættari at tekna Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Edmund Joensen og Høgna Hoydal, sigur Óli Petersern.

 

Hann heldur sjálvur, at hann hevur rættiliga væl fatur á nýggja javnaðar­formanninum, Aksel V. Johannesen.

 

– Hann líkist kanska nógv einum smádreingi, men eg haldi, at eg fái hann at líkjast.

 

Tá Óli P skuldi læra seg at tekna Høgna Hoydal hevði hann ein av Daltonbeiggjunum sum fyrimynd.

 

– Tað blívur nógv lættari, tá tú fært tann, sum teknast skal, at fáa ein ikon­status, sum eitt nú Anfinn Kallsberg.

 

– Hann var eitt ikon. Hann var sera lættur at fáa at líkjast, heldur Óli, sum sigur eina søgu um, tá Knút Olsen, lærari í Kommunuskúlanum í Havn lokkaði hann at koma í ein skúlaflokk at tekna.

 

– Meðan Knút læs søgu fyri teimum, so komu hesir fittu næmingarnar ein og ein yvir til mín at fáa meg at tekna eina tekning. Teir bóðu meg tekna Anders And, Ferdinand og Lucky Luke. Men so kom ein, sum vildi hava meg at tekna Anfinn Kallsberg.

 

Óli P hugsaði, at hesin smádrongurin kanska var í familju við Annfinn Kallsberg, so hann vildi einki siga, men teknaði. Tá hann var liðugur, var smádrongurin væl nøgdur, og helt, at tað líktist væl. So spurdi Óli, um hann kendi Anfinn Kallsberg. Nei, svaraði drongurin. Hann visti bara, hvussu Óli plagdi at tekna hann...

 

– Tað segði mær, at Anfinn Kallsberg hevði sama ikon­status, sum Anders And og Ferdinand og hinir. Og tá blívi eg glaður, tá fólk góðtaka, hvussu man teknar.

 

Óli P trívist væl sum teknari, og hann vónar, at hann fær høvi at tekna í Sosialinum framyvir.

 

– Eg hopi, at eg kann blíva við at tekna, men tað er sjálvandi upp til tey, sum ráða á blðanum, sigur hann.