Eg fari aftur at syngja

Hon bleiv heimskend í Danmark fyri nøkrum árum síðani, tá hon saman við vinkonu síni Rebecca myndaði duettina Creamy. Á sumri í 2002 fór Creamy í søguna, og fyri trimum mánaðum síðani fekk Rannvá Joensen ein son. Men hon hevur framvegis ætlanir um at fara aftur at syngja og framføra

Rannvá Joensen er 18 ára gomul og júst vorðin mamma til ein fittan drong, sum eitur Victor. Hann varð føddur tann 30. november í fjør, og Rannvá gongur nú heima og hugnar sær saman við soninum. Hon hevur ikki sungið nakað serligt síðani tær seinastu konsertirnar við Creamy, sum vóru á sumri í 2002.
Men Rannvá hevur kortini ikki slept tónleikinum heilt. Henni dámar framvegis líka væl at syngja, men hon tekur tað bara róligt fyri tíðina. Hon veit ikki, nær hon fer aftur í holt við tónleikin, men tann stóri dreymurin hjá henni er at geva eina jazz fløgu út.
? Tað kann fara at verað um eitt ár, og tað kann eisini verða, tá eg eri fylt 30 ár, sigur songkvinnan, sum býr hjá foreldrunum hjá sær í Aalborg.

Bíðistøða
Rannvá sigur, at henni dámar sera væl at framføra og syngja, men hon kann sigast at vera í eini bíðistøðu nú. Tí hugurin til sang og framførslur er har enn, men ikki nóg góður til, at hon veruliga ger nakað við tað.
Henni hevur altíð dámt væl at framføra og syngja, men tað, sum kom í kjalarvørrinum av Creamy og at blíva kend, var minni gott, heldur hon.
? Tá fólk kenna teg aftur, mást tú altíð vera tilreiðar við einum smíli ella einum autografi, og tað kann vera troyttandi ikki at kunna ganga á gøtuni uttan at vera steðgað, sigur hon.
Hóast hetta, so hevur Rannvá ætlanir um at byrja aftur at syngja, hon veit bara ikki, nær tað verður. Hon hevur góðar stundir og dámar væl at ganga heima og hugna sær við soninum. Hon sigur, at tað var ein stór broyting í lívinum at gerast mamma, men hon hevur fingið nógva og góða hjálp frá mammu síni.
? Eg fari aftur á pallin,tá stundin er til tað. Tað er ikki nakað, sum eg hugsi um til dagligt. Eg bíði bara til hugurin til tað kemur aftur av álvara, og so fari eg í gongd aftur. Eg veit, at eg fari at tíma aftur, sigur føroyski songfuglurin í Aalborg púra avgjørd á málinum.

Vinkonur
Hin helvtin av Creamy, Rebecca býr í Hirtshals, og tær báðar síggjast ikki so nógv fyri tíðina. Tær hava hvør sítt lív. Rannvá við sínum barni í Aalborg, og Rebecca á einum skræddaraskúla í Hirtshals. Rebecca hevur ætlanir um at gerast sniðgevi, og Rannvá hevur ikki enn tikið støðu til, hvat hon ætlar sær, tá Victor er blivin størri.
? Vit síggjast ikki so nógv longur, men tá vit so síggjast, so hava vit altíð nógv at práta um. Vit eru framvegis vinkonur, greiðir Rannvá frá.
Tað er áleið ein tími ímillum tær báðar at koyra, og tað ger ivaleyst sítt til, at tær ikki síggjast so ofta.

Hatta var tað
Creamy kom flúgvandi inn á danska marknaðin í 1999, tá tær góvu út fløguna Æblemand. Árið eftir kom so enska fløgan We got the time og í 2001 góvu tær út eina jólafløgu. Umframt útgávurnar hildu tær nógvar konsertir, og tað var ein strævin, men stuttlig og spennandi tíð, minnist Rannvá aftur á.
Tað vóru boð eftir gentunum allastaðni, og fløgurnar gingu sum heitt breyð.
Men á sumri í 2002 høvdu tey øll fingið nóg mikið. Tey hittust øll til eitt prát, um hvat tey skuldu gera framyvir. Rannvá greiðir frá, at tey vóru samd um, at hatta var tað, og at Creamy skuldi fara í søguna.
? Tað vóru sjálvandi nógv børn og ung, sum eftirlýstu okkum og vóru hørm, men hatta vóru vit samdar um, var tað rætta at gera, sigur Rannvá, sum als ikki letur til at hava angrað avgerðina eina løtu.
Aftaná fór Rannvá á eftirskúla í eitt ár, síðani arbeiddi hon sum húshjálp í eina tíð.
? Og so var eg eisini við barn, so nógv er hent hetta hálva annað árið, og eg havi ikki havt stundir at hugsa um, um eg angri tað ella ikki. Eg sakni tað ikki so nógv, men tó sakni eg at framføra, viðgongur unga mamman.

Til Føroyar
Rannvá hevur júst verið í Føroyum og vitjað. Elsti beiggi hennara, Sámal, er júst fluttur aftur til Føroya at búgva, so hon og Victor fóru at vitja hann.
? Eg eri sera tætt knýtt at mínum trimum beiggjum, og eg vildi sleppa at vitja hann. Og so sjálvandi at vísa Victor fram fyri familjuni í Føroyum, greiðir Rannvá frá.
Hon hevur sjálv ikki búð í Føroyum, síðani hon var fýra ára gomul, men hóast tað tosar hon avbera væl føroyskt. Tey tosa føroyskt í heiminum, men uttanfyri heimið tosar Rannvá bert danskt.
Hon sigur, at hon kundi hugsað sær at komið til Føroyar at búð í eina tíð.
? Serliga aftaná at eg fekk Victor er hugurin og tørvurin til at vera saman við familjuni í Føroyum voksin nógv, so tað kann væl verða, at eg flyti heim í eina tíð. Tað hevði eg kunnað hugsað mær, men nú fáa vit at síggja, sigur Rannvá Joensen úr Aalborg.