- Eg gjørdist rørd...

- Eru vit rík ella fátøk, lat okkum vera um hvønn annan. Tá gerst munurin minni, sigur Maud Wang Hansen í kvøld.

- Eg eri rørd í kvøld, altso uppá tann feita mátan. Komin heim frá einum góðum tiltaki, har umleið 40 fólk møttu. Full Kunningarstova og 4400 krónur í kassanum.

 

Tað skrivar Maud Wang Hansen í kvøld um tiltakið "Meðan vit bíða…". Hon vísir á, at á tiltakinum í Nólsoy var góður tónleikur við Terja Rasmussen og Ragnari Finsson, sum júst hevur givið eitt lag út. 

 

- Anna Malan Thomsen bar fram vakra yrking úr yrkingarsavni sínum, sum júst er komið út, og Tjóðhild Patursson greiddi frá, tá hon í eina viku livdi fyri 20 krónur um dagin. 

 

Saman við familju síni og nólsoyingum annars skipað Maud Wang Hansen í kvøld fyri stuðulstiltaki í Nólsoyar Kunningarstovu, har eini 40 fólk møttu.

 

Sjálv hugleiddi Maud um fátakradømi og avleiðingar fyri børnini og um møguleikar at bróta óndu ringrásina og svølgja skommina og stotlkeikan.

 

- Ein fittur smádrongur kom til mín við einum 100 krónuseðli, hugdi meg í eyguni og segði spakur: "Hetta er burtur av míni føðingardagsgávu…"

 

Maud ynskir at takka øllum sum møttu, øllum sum bakaðu - og øllum sum stuðlaðu.

 

- Eru vit rík ella fátøk, lat okkum vera um hvønn annan og vera góð menniskju. Tá gerst munurin minni, sigur Maud Wang Hansen í kvøld.