Eg harmist viðferðina

Landsstýrismaðurin sigur, at stjórin á Strandferðsluni hevur verið øgiliga tolin og hevur víst stórsinni í landsverkfrøðingsmálinum

Stutt eftir at Sosialurin hevði tosað við Reitar Nónfjall, fingu vit orð á Finnboga Arge, sumupplýsti, at 66 ára Hans Biskopstø, yvirverkfrøðingur á Landsverkfrøðingstovninum, var settur sum fyribils stjóri, eftir áheitan frá starvsfólkunum á Landsverkfrøðings stovninum.

? Var tað rætt at útnevna Reitar Nónfjall, fyri síðani at seta hann frá, uttan at boða honum frá?

? Eg eri øgiliga keddur av hesum, men noyddist at gera hetta, fyri at vit kunnu koma víðari, sigur Finnbogi Arge.

Hann heldur, at stjórin á Strandferðsluni hevur verið tolin og víst stórsinni.

? Hvussu við starvinum sum strandferðslustjóri?

? Reitar verður sjálvandi sitandi sum stjóri á Strandferðsluni, men hetta var neyðugt at gera, fyri at røkka setninginum, vit hava sett okkum at rationalisera teir stovnar, sum varða av samferðslukervinum, sigur landsstýrismaðurin.

Hann veit ikki, hvussu leingi Hans Biskpstø verður fyribilsstjóri, men upplýsir, at hann verður 67 ár í juli í ár.

? Skal Reitar Nónfjall setast sum stjóri eftir hann?

? Nú skulu vit fyribils fáa greiðu á, hvat kanningin av stovninum vísur. Hon skal lýsa støðuna og hvørjir fyrimunir og vansar koma undan kavi, sigur Finnbogi Arge, og vísir til, at teir høvdu eina ætlan, men at hon ikki varð góðtikin av øllum pørtum, sum skuldu luttaka í arbeiðinum.Tí noyddist landsstýrismaðurin at bakka.

? Hevur tú lært nakað av hesum málinum, tá tú hyggur í bakspegilin?

? Eg síggi bert frameftir, men eitt havi eg lært, og tað er, at tryggja mær politiska gókenning fyri tí, sum eg skal fremja.

? Viðgongur tú ikki, at tú gjørdi ein grovan feil?

? Tað er eingin fyrisitingarligur feilur gjørdur, men trupulleikin var, at eg ikki framman undan kunnaði øll, sum eru partar í málinum, sigur Finnbogi Arge.