Hvat gert tú til dagligt?
- Eg havi arbeitt á Marknaðardeildini á Sosialinum síðani 1. apríl í ár. Her arbeiða vit við at útvega lýsingar til blaðið og at gera tær klárar til prentingar.
Hvat gjørdi tú áðrenn tú byrjaði á Sosialinum?
- Eftir at eg var liðug við Hægri Handilsskúla í fjør summar, arbeiddi eg á skrivstovuni hjá Kloosterboer í Kollafirði. Eg ætli mær at læra til journalist, og tá so eitt arbeiði var til mín í Miðlahúsinum í Vágsbotni, so var tað júst eftir mínum ynski. Hetta er eitt spennandi arbeiði á einum góðum arbeiðsplássi.
Hvat gleðir tú teg mest til á Sundalagsstevnuni um vikuskiftið?
- Eg havi sjálv róð, bæði við Kolli og Falkinum, og tí hevur kappróðurin mín stóra áhuga. Eg elski kappróður. Annars fari eg til stevnuteitið, tí har er altíð onkur kúllur sum hevur gjørt okkurt býtt. Djóragarðin á Royndarstøðini ætli eg mær at vitja saman við gudbørnunum, og leygarkvøldið fari eg í dans í ítróttarhøllini saman við vinfólki at lurta eftir Showmonnum.
Hvør fer at vinna HM í fótbólti?
- Mær dámdi væl fótbólt fyrr, men nú hati eg fótbólt. Tað einasta góða við fótbólti er, at ein kann hygga eftir vøkrum monnum sum spæla fótbólt í shorts! Eg kann hyggja eftir onkrum dysti, men tað hevur ikki mín áhuga. Hinvegin, vóni eg at Portugal gerst heimsmeistari.
Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil fegin heilsa vinum og kenningum. Eg bjóði teimum at verða vælkomin til Kollafjørð á stevnu. Eg vil eisini fegin senda eina serliga heilsan til Hildigarð í Australia og Albjørg, ið er farin til skips við Arctic Viking.