Heilt frá tíðini í fólkaskúlanum, tá lærararnir løgdu dent á list og mentan og harundir sjónleik, fekk Nicolaj Falck ein brennandi áhuga fyri leiklistini.
- Hetta tók rættiliga dyk á seg, tá eg kom upp í kabarettina á ovastevnu fyrstu ferð í 1996. Síðani havi eg verið við í fleiri sjónleikum í Sjónleikahúsinum, umframt at eg havi verið statist í onkrum filmi, sigur Nicolaj Falck úr Reykjavík.
Saman við konu síni var hann eitt ár í Australia, og har var hann eisini við í einum videolagi, og heimaftur komin hevur hann verið við í fleiri føroyskum lýsingarfilmum.
- Eg fekk longu áhuga fyri sjónleikarskúlanum í Íslandi, tá eg var við í leikinum Vitavørðurin, sum Rakel Helmsdal skrivaði. Tá leikti eg saman við Kristinu Hansen og Kathrinu Nolsøe, sum báðar hava gingið á Listaháskúla Íslands fyrst í 90-unum, sigur Nicolaj Falck.
Hetta var í 1999, og tað skuldu ganga góð tíggju ár, áðrenn møguleikin veruliga beyðst at sleppa upp til Íslands á skúla.
- Vit settu upp leikin Havgird í Nólsoy í vár og byrjaðu so smátt at fyrireika leikin í desember. Tá stóð greitt, at vit suldu hava íslendskan leikstjóra, so eg setti mær fyri, at fáa sum mest av hjálp frá henni, og hon hevur eisini verið sera týdningarmikil í bæði praktiskari hjálp og øðrum viðurskiftum, sigur Nicolaj Falck.
Talan er um Ágústu Skúladóttir, sum er ein av heilt kendu íslendsku leikstjórunum.
Sum í Føroyum
Við góðari hjálp frá Ágústu Skúladóttir fór Nicolaj Falck so til Íslands í mars til upptøkuroynd, fyrst á traditionella sjónleikaraskúlanum, har han tó ikki slapp gjøgnum nálareygað.
- Seinni fór eg so upptøkuroynd á breytini, ið nevnist Fræði og Frammkvad – teori og praksis – og har slapp eg so inn. Hetta er ein nýggj breyt. Tað er bert triðja árið, at næmingar verða tiknir inn á breytina, sigur Nicolaj Falck.
Longu tá hann var í Íslandi í mars – hann var seinkaður heim aftur orsakað av øskuni – fall hann fyri Reykjavík.
- Alt minnir rættiliga nógv um Føroyar, og eg trívist sera væl. Reykjavík er ein sera vinarligur býur, sigur Nicolaj Falck.
Og tað er gott, tí útbúgvingin tekur trý ár, og fyribils er hann einsamallur í Íslandi, meðan familjan er eftir í Nólsoy.
- Eg eri ótrúliga væl stuðlaður av konuni, Sonju. Hon eggjaði mær til at fara undir útbúgvingina, nú høvið beyðst, sjálvt um hon nú skal eiga okkara fjóðra barn fyrsta dagin, sigur Nicolaj Falck.
Tað skal eisini eitt ávíst áræði til, tá tú ert vorðin 33 ára gamal at fara frá konu og børnum í eitt fremmant land at útbúgva seg.
- Í Nólsoy hava vit góðan og tryggan barnagarð fyri okkara børn, og Sonja hevur arbeiði í bygdini. Hartil kemur so eisini, at jólafrítíðin er ein heilan mánað, meðan summarfrítíðin er heilar tríggjar mánaðir, umframt eina páskafrítíð. So tað er ikki so nógv øðrvísi enn hjá einum langfara sjólmanni, heldur Nicolaj Falck.
Tó er meiningin, at familjan skal koma yvir til Íslands, tá høvi einaferð býðst.
Møguleikarnir opnir
Hendan útbúgvingin umfatar alt innan leiklist. So útbúgvin kann Nicolaj Falck virka sum leikstjóri, dramagurgur, ljósmaður, stutt sagt alt innan sjónleik.
- Nú er hetta ein tríára útbúgving, so tað er heldur tíðliga at siga nakað um, hvørja leið eg fari at taka, tá útbúgvingin er lokin. Men tað, sum liggur í kortunum beint nú er, at er verði verandi eitt ár í íslandi eftir lokna útbúgving, og so fæst at síggja, hvørjir møguleikar vísa seg, sigur Nicolaj Falck.
Hann byrjaði síðst í august, og við nakað av undirvísing í íslendskum hjá einari íslendskari kvinnu, sum er flutt til Nólsoyar, meistrar hann longu málið.
- Eg havi eisini fingið arbeiði í Tjóðleikarhúsi Íslands, har eg hjálpi til at smíða pall, so eg stórtrívist í Íslandi, sigur Nicolaj Falck.