- Eg havi góðar vónir fyri 2021

- Á ein ella annan hátt hevur 2020 verið eitt ár, sum ein vinnuliga bara ynskir at leggja aftur um seg, sigur Ólavur Bjarkhamar.

 

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?

- Eg haldi nýggjár heima á Froðbiarvegi saman við mínum nærmastu. Vit eta og drekka okkurt gott, og vit fara at skjóta fýrverk og hugna okum saman. Tey seinnu árini hava vit í Froðba havt felags nýggjárshald tíðliga um kvøldið. Tað plagar at vera sera hugnaligt. Vit eru eisini við til felagsbálið og flotta fýrverkið, sum nýggjársnevndin á Tvøroyri skipar fyri í Trongisvági á midnátt. Síðan verður farið í Ítróttarhøllina at heilsa upp á fólk. Á Tvøroyri hava vit nakrar eldsálir, ið leggja nógva orku í nýggjárshaldið. Tøkk skulu tey hava fyri tað.

Tað sigur Ólavur Bjarkhamar.

Hann vísir eisini á, at hann ongantíð hevur verið við í gonguni niðan á Oyrnafjall nýggjársaftan, men kanska verður 2020 fyrsta árið, at hann fer at luttaka í hesum fantastiska tiltaki, sum savnar býin saman við teimum, sum koma á vitjan á Tvøroyri nýggjársaftan.

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? 

- 2020 hevur verið eitt løgið ár orsakað av koronu. Á ein ella annan hátt hevur 2020 verið eitt ár, sum ein vinnuliga bara ynskir at leggja aftur um seg. Ein stuttlig og stór hending hjá mær var, tá sonurin, sum gongur á búskaparbreyt í Hovi, vann kappingina um Ungt virkið. Hetta tíðarskeiðið fylti nógv heima hjá okum, tí hann arbeiddi við hesum nátt sum dag, og tá so úrlitið kom, var tað ógvuliga stuttligt.

Og hvat var tað keðiligasta í 2020? 

- Í eins lívi henda tíverri keðiligar upplivingar. Tú verður altíð keddur, tá onkur, sum stendur tær nær, fær onkrar avbjóðingar -  ella, tá fólk, sum standa tær, fara hiðani. Eg havi havt onkrar slíkar hendingar í 2020, og eri eg ógvuliga keddur um tað.

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? 

- Eg havi góðar vónir fyri 2021. Fyrst og fremst, at serfrøðin klárar at basa koronu-virusinum, so heimurin letur uppaftur, fólk kunnu byrja at flyta seg aftur, og gongd kemur aftur á handilin. Um gongd kemur á aftur, fer tað heila nokk at laga seg. Eg havi eisini vónir um, at vit, eftir at hjólini eru komin í gongd aftur, fara at hugsa øðrvísi, kanska meira langsiktað og harvið fara at menna okkum enn meira.

Gevur tú eitt nýggjárslyfti? 

- Mítt nýggjársynski er, at eg fari at ansa betur eftir heilsuni í 2021, sigur Ólavur Bjarkhamar.