Eg havi góð fólk rundan um meg

Hann kennir Fiskimálaráðið sum sín egna buksulumma, meðan uttanríkisøkið er nýtt. ? Men eg havi góð fólk rundan um meg, so tað skal nokk ganga, sigur Jacob Vestergaard. Nú Jacob Vestergaard tekur við sum uttanríkisráðharri hevur verið róð upp undir, at starvið sum uttanríkisráðharri hevur lítið upp á seg, tá hann kann røkja bæði størvini í senn, men tað er fiskimálaráðharrin ikki samdur í.

- Nei, uttanríkisráðharrastarvið er ikki eitt vinstrahonds starv. Uttanríkistænastan er sera týðandi, og hana eiga vit sjálvsagt at halda fram við, og eg skal so hetta til valið royna at røkja bæði størvini, sigur Jacob Vestergaard.

Hann heldur tað ikki vera nakra forðing, at fiskiflotin liggur í løtuni vegna verkbann.

- Nú havi eg verið fiskimálaráðharri í tveimum umførum og í langa tíð, so tað er eitt øki, sum eg kenni rættiliga væl. Hinvegin er uttanríkisráðið spildurnýtt fyri meg, men har eru góð starvsfólk, og eg havi eisini ein fráfarandi landsstýrismann, sum eg havi við síðuna av mær, so eg meti, at tað nokk skal fara at ganga, sigur Jacob Vetstergaard.

Talan er um eina longri tilgongd, , og semja er í Fólkaflokkinum um, at hetta er besta loysnin fyri bæði flokk og land.

- Ja, tað meta vit, og hetta er nakað, vit hava gjørt í fullari semju, sigur Jacob Vestergaard.

Uttanríkisstarvið hevur nógva ferðing við sær, men hóast fiskimálaráðharrin nú røkir tvey ráðharrastørv, verður ferðingin neyvan minni.

- Tað verður neyvan minni ferðing, so tað má eg taka við. Fiskimálaráðið og uttanríkisráðið eru teyráðini, sum hava mest samskifti úteftir, so har er møguleiki fyri synergi, og tí má arbeiðast málrættað í tí økinum, sigur Jacob Vestergaard.