Hvør steinur skal vendast í Eik-málinum. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í 2010 og hann hevur ikki broytt meingin.
- Vit kunnu ikki liva við skommuni, um Eik málið ikki verður kannað til fulnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann fer at tryggja, at málið verður lagt fram aftur í seinasta lagi á Ólavsøku, og sigur, at pengarnir nokk skulu verða játtaðir.
- Eg gevist ikki fyrr enn pengarnir eru játtaðir. Eg havi ikki broytt meining, her skal hvør steinur vendast, sigur hann.
Tað tykist tó ikki sum samgongan er samd við løgmanni. Tað eru júst samgongulimirnir, sum tvær ferðir hevur vent tummlinum niður, tá uppskot hevur verið um at játta pening til kanningina.
Í 2010 heitti Skráseting Føroya á Eyðfinn Jacobsen sakførara um at gera eina kannning av Eik Grunninum. Í fyrsta lagi, hvussu nógv hon fór at kosta, og hvør skuldi gjalda hana. Í øðrum lagi, hvussu nevndin hevur umsitið grunnin. Eyðfinnur Jacobsen staðfesti, at ein nøktandi kanning av Eik Grunninum fór at kosta 1,5 milliónur krónur.
Í november 2011 vóru 300.000 krónur játtaðari til kanningina., men Eyðfinnur Jacobsen náddi bert at brúka 184.900 krónur av pengunum, tí tá árið var farið fall játtanin burtur.
Vinnumálaráðið bar síðan eina umbøn um eykajáttan á 300.000 krónur í fíggjarnevndina vegna Skráseting Føroya í september 2012. Hetta var játtað, og Eyðfinnur Jacobsen fekk 300.000 krónur aftrat at arbeiða fyri.
Samgongan atkvøddið ímóti
Kanningin hjá Eyðfinni Jacobsen vísti nógv óreglusemi í Eik Grunninum og hann metti, at skuldu viðurskiftini kannast nøtkandi, fór tað at kosta eina millión krónur aftrat.
Sostatt bað Skráseting Føroya enn einaferð um eykajáttan – hesaferð um eina millión og 15 túsund krónur at gera kanningina lidna fyri. Hetta fall í fíggjarnevndini, og tískil varð ikki meira gjørt við Eik Grunnin. Í december 2013 lat Eyðfinnur Jacobsen kanningina av Eik Grunninum úr hondum, har hann staðiliga mælti til at kanna fleiri viðurskfiti, sum vóru komin undan kavi í sambandi við kanningina.
Millum annað vísti kanningin at niðurskrivingar fyri 1,9 milliardir krónur manglaðu í 2009, og at nevndin sum heild hevði ilt við at skilja ímillum nær hon tók avgerðir vegna Eik Bankan og Grunnin.
Meirlutin í fíggjarnevndini umfataði samgongulimirnar: Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen.
Minnilutin í fíggjarnevndini vóru Kristina Háfoss, Aksel V Johannesen og Eyðgunn Samuelsen.
Í viðmerkingunum stendur soleiðis:
Í sambandi við eykajáttanarløgtingslógina september 2012, samtykti Fíggjarnevndin at játta kr. 300 túsund við fylgjandi viðmerking:
“Nevndin heldur, at kanningin skal byrgja upp fyri, at slíkt hendir aftur. Nevndin heldur, at ein gjøgnumgongd av teimum frágreiðingum og kanningum, ið longu eru gjørdar, skal staðfesta, um grundarlag er fyri, at ein gransking verður
sett í verk, og eigur leikluturin hjá føroyskum myndugleikum at vera partur av kannningini.”
Fíggjarnevndin hevur nú fingið upplýst, at áheitanin hjá Fíggjarnevndini er ikki tikin til eftirtektar. Meirilutin heldur tað tí ikki vera rætt at játta fleiri pengar, tá hendan kanning enn ikki er gjørt”.
Andstøðan legði upp broytingaruppskot
Hóast løgmaður hevði sagt, at hvør steinur skuldi vendast, segði merilutin í fíggjarnevndini, við samgonuglimunum á odda altso nei til at eina eykajáttan.
Antsøðulimirnir Aksel V. Johannesen, Henrik Old, Kristin Mikkelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg løgdu eftir hetta eitt broytingaruppskot fram fyri løgtingið, har skotið varð upp at játta 1.015 túsund krónur til kanningina, men hetta uppskotið fall eisini.
Aftur nú var tað samgongan, sum atkvøddi ímóti og anstøðan, sum atkøvddið fyri.
Úrsltið av atkvøðugreiðsluni varr sostatt: 13 fyri, 1 blonk og 19 ímóti.
Fakta:
Atkvøðugreiðsla
Broytingaruppskotið frá andstøðulimunum Aksel V. Johannesen, Henrik Old, Kristin Mikkelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg um at játta 1.015 túsund krónur til kanning av Eik Grunninum fall í apríl 2013
Atkvøðugreiðsla:
Til staðar: 33
Fyri: 13
1. Hanna Jensen
2. Sirið Stenberg
3. Páll á Reynatúgvu
4. Gunvor Balle
5. Óluva Klettskarð
6. Kristina Háfoss
7. Høgni Hoydal
8. Eyðgunn Samuelsen
9. Henrik Old
10. Rigmor Dam
11. Gerhard Lognberg
12. Kristin Michelsen
13. Aksel V. Johannesen
Ímóti: 19
1. Jógvan á Lakjuni
2. Jóna Mariusardóttir Mortensen
3. Helgi Abrahamsen
4. Alfred Olsen
5. Reimund Langgaard
6. Rósa Samuelsen
7. Bárður Nielsen
8. Eivin Jacobsen
9. Joen Magnus Rasmussen
10. Hanus Samró
11. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
12. Brandur Sandoy
13. Rodmundur Nielsen
14. Bjarni Djurholm
15. Jákup Mikkelsen
16. Kristianna Winther Poulsen
17. Jenis av Rana
18. Bill Justinussen
19. Edva Jacobsen
Blankar: 1
1. Janus Rein