Áki Bertholdsen
? Bæði Henrik Old og Jóannes Eidesgaard førdu seg fram sum tveir fílar í einum glashúsi.
? Hergeir Nielsen, tingmaður í Tjóðveldisflokkinum, vil ikki hava skuldsetingar sitandi á sær, at hann hevur svikið Suðuroynna.Hann sigur, at tað vóru umstøðurnar sum gjørdu, at bara tveir tjóðveldismenn atkvøddu fyri uppskotinum um at leggja oljuhavn í Suðuroynni
Hergeir Nielsen sigur, at hann hevði ávarað javnaðarflokkin ímóti at leggja uppskot fyri tingið um at áleggja oljufeløgunum at reka sítt virksemi útfrá Suðuroynni.
? Teir vóru einsamallir um uppskotið og eg vísti teimum á, at tað kundi fáa álvarsligar avleiðingar fyri Suðuroynna, um uppskotið fall.
? Tí so er Suðuroyggin einasta økið í landinum, sum løgtingið hevur tikið støðu til, at har skal oljuvinna ikki vera.
? Og, hvat tað fer at bera í sær framyvir, er ikki gott at vita.
Kortini valdi javnaðarflokkurin at leggja uppskotið fram.
Hergeir Nielsen vísir á, at einasta endamál við uppskotinum kundi bara vera eitt, og tað var at føra seg fram. Tí eitt nú vildi javnaðarflokkurin ikki leggja uppskot fram um føroyska arbeiðsmegi í vágatunlinum, júst tí at hann var einsamallur um tað og visti, at tað bleiv ikki samtykt.
Og hann leggur afturat, at tað var ikki minst tann óstortsliga framferðin hjá uppskotsstillarunum sjálvum, sum stygdi ein stóran part av undirtøkuni.
? Eg eri nevniliga púra vísur í, at uppskotið hevði størri undirtøku tá ið tað varð lagt fram, enn tað hevði, táið javnaðarmenn høvdu ført seg fram í tinginum, tá ið tað var til viðgerðar .
? Tað var heilt týðiligt at javnaðarflokkurin vildu ikki hava fleiri atkvøður í tinginum fyri uppskotinum um at leggja oljuhavn í Suðuroynni enn akkurát tær frá teimum sjálvum.
?Hetta var ikki annað enn eitt mál, sum javnaðarflokkurin vildi sleppa at føra seg fram uppá, tí júst tað hevði størri týdning fyri flokkin enn tað hevði at fáa uppskotið samtykt.
Tað, Hergeir Nielsen sipar til, er tað, sum hann kallar niðurgerðingin av øðrum tingfólkum, ikki minst tjóðveldisfólki, tá ið uppskotið var til viðgerðar.
Hann sigur, at tað vóru m.a. skuldsetingar um undirbrotligheit fyri fólkaflokkinum o.s.fr., sum fekk fleiri tingfólk at øtast so illa, at tey tey tóku undirtøkuna fyri uppskotinum aftur, og lótu vera við at atkvøða fyri tí.
? Soleiðis stygdu framsøgumenn javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, og Henrik Old, fleiri atkvøður frá sær.
Hann sigur, at hetta er ikki bara ein meting, hann hevur.
? Hetta kom týðiliga til sjóndar undir viðgerðini í tinginum tá ið onkur tinglimur beinleiðis boðaði frá hesum.
? Hetta er ekta, politisk spekulatión og teir vænta, at teir vinna meiri við at føra seg fram í málum, sum fella í tinginum, enn teir gera við at royna at fáa málini samtykt.
Suðuroyggin verður ikki slept uppá fjall
Hergeir Nielsen sigur, at tað, sum nú er hent, er, at løgtingið hevur sagt við landsstýrismannin í oljumálum, at einasta stað, sum hann ikki má leggja oljuvirksemið, er í Suðuroynni.
? Men Suðuroyggin verður ikki slept uppá fjall kortini, hóast tað verða vit onnur, sum nú koma at standa eftir við upptakinum eftir javnaðarflokkin.
Løgtingsmaðurin sigur, at sum støðan var eftir tingfundin mikudagin, er hann púra vísur í, at Suðuroyggin fær púra ongan ágóða av oljuvinnuni, tí løgtingið hevur júst sagt við landsstýrismannin, at einasta staðið, hann ikki má leggja eina oljuhavn er í Suðuroynni.
Hann sigur, at ætlandi skuldi eitt broytingaruppskot keggjast fyri tingið í gjár og eftir tí skuldi oljuvinnan leggjast ut um landi.
? Eg eri púra vísur í, at verður tað uppskotið samtykt, fær eisini Suðuroyggin sín part av oljuvinnuni.
Hann vil tí ikki hava tað sitandi á sær, at hann hevur svikið Suðuroynna.
? Tvørturimóti havi eg ligið flatur í luftini og roynt at gagna oynni, saman við restini av tjóðveldisflokkinum.
Og tað eri eg sannførdur um, fer at laga seg, tá ið tingið vónandi avgreiðir uppskotið um at spjaða oljuvinnuna kring landið. Men var brævið frá tær til Oljuvinnuráðið ikki ein váttan fyri, at tjóðveldisflokkurin fór at taka undir við oljuhavn í Suðuroy?
? Tá ið eg skrivaði brævið, var onki uppskot frá javnaðarflokkinum at taka støðu til. Tá lá málið í Landsstýrinum og brævið skuldi ikki uppfatast sum stuðul til eitt uppskot, sum ikki var til tá. Og atkvøðugreiðslan mikudagin skal ikki takast sum eitt prógv um støðuna hjá tjóðveldisflokkinum til spurningin um útgerðarhavnir.
Hví var læt tað seg so ikki gera hjá øllum tjóðveldisflokkinum at atkvøða fyri uppskotinum hjá javnaðarflokkinum?
?Heini O. Heinesen og eg atkvøddi fyri sjálvur. Hví hinir ikki gjørdu tað, mást tú spyrja teir um.
? Hóast vit royndu at tosa okkum til rættis, blivu ikki fleiri enn tvær tjóðveldisatkvøður fyri. Men ein grundgeving var helst, at teir vildu ikki lóggeva fyri at útihýsa teirra egna valdømi frá oljuvirkseminum. ? Og so var tað, sum eg segði í áðni, at tey føldu seg so illa viðfarnar av javnaðarflokkinum, at teir tóku undirtøkuna aftur.
? Og annars vóru vit øll greið yvir, at hetta uppskotið tænti bara tí eina endamálinum hjá javnaðarflokkinum, og tað var at føra seg fram.
Men vil tjóðveldisflokkurin hava oljuhavn í Suðuroynni, ella hevur tú skrivað brævið uppá nakkan á floksfeløgunum, uttan teir vita av tí?
? Tey brøv, eg skrivi fyri tjóðveldisflokkinum verður millum meg og floksfelagar mínar - og so tann, sum eg skrivi brævið til.
? Í hesum føri var talan um eitt bræv frá mær til eitt privat felag. Og tað eru eisini mong, sum seta spurnartekin við, hvussu klókt tað var av Suðuroyar Oljuvinnuráð at venda sær beinleiðis til flokkarnar at spyrja teir, hvørja støðu teir hava til oljuhavn í Suðuroynni, tí ta vakti mótstøðu hjá nógvum politikarum, sigur Hergeir Nielsen.