- Eg umhugsaði ongantíð at takka nei til heiðurslønina, og hví skuldi eg gjørt tað, sigur Tóroddur Poulsen, sum í kvøld er heiðraður við landsins størstu mentanarheiðursløn.
Tað var at líkna við at draga eina kanin upp úr hatti, tá ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, kunngjørdi, hvør skuldi hava mentanarheiðursløn landsins í ár.
Maðurin, sum í einum sjónvarpsinnslagi fyri stuttum var ógvuliga bersøgin um, hvat hann kundi hugsað sær at gjørt við Bjørn Kalsø, tí játtanin til Mentanargrunn Landsins varð skerd, skuldi heiðrast.
Ivi er ikki um, at Tóroddur Poulsen, sum hevur verið virkin og núskapandi yrkjari, hevur uppiborið heiðurin, men tað tóktist næstan sum meira enn tilvild, at heiðurin skuldi latast júst nú. Og tað fór eisini ein suð ígjøgnum Spaniastovu, tá ið navnið á Tóroddi Poulsen varð kunngjørt.
Tóroddur Poulsen var sera fegin um heiðurin, og hann helt fyri, at hann var so rørdur, at hann fekk ikki hildið røðuna, sum hann hevði við sær norður til Klaksvíkar. Í staðin læs hann nakrar yrkingar upp.
- Eg bleiv bilsin, tá ið landsstýrismaðurin ringdi til mín og segði, at eg skuldi hava mentanarheiðurslønina í ár. Eg helt fyrst, at hann skemtaði, sigur Tóroddur Poulsen.
- Eg kenni tað, sum eg eri góðtikin ovast uppi, og at tað verður virt, sum eg fáist við. Og ikki minst, so fái eg nakað at liva av og kann keypa mær meira tilfar til at arbeiða við.
Tóroddur Poulsen tók eisini fegin ímóti heiðurslønini, sum var 150.000 krónur.
- Eg umhugsaði ongantíð at takka nei til heiðurslønina, og hví skuldi eg gjørt tað. At eg fanst at landsstýrismanninum í mentamálum hevði einki við heiðurslønirnar at gera. Tað var um Mentanargrunnin og er nakað heilt annað, sigur hann.
(Mynd: Eydbii Myndir)