? eg helt tað vera frískt

Helgi Fossádal, sum er leiðari fyri Listasavn Føroya, gav sjálvur loyvi til, at nýggja ríkisflaggið skuldi sleppa at hanga á tjóðarsavninum í eina viku. ? Eg helt ikki, at tað gjørdi nakran skaða, sigur hann

Nýggja tjóðarflaggið hevur fingið eina blandaða móttøku. Summi halda tað vera eitt frálíkt hugskot, meðan onnur halda tað vera forkastiligt.
Men tað, sum kanska serliga undrar nógv folk, óansæð hvørja hugsan tey annars hava um flaggið, er , at tað sleppur at hanga á okkara tjóðsavnið í eina viku. Nálareygað, at sleppa inn í Listaskálan, er jú lítið, sigst.
Tí ringdi Sosialurin til Helga Fossádal, sum er leiðari á Listasavnið Føroya.

Stjórin gav loyvið
Hvør sleppur at sýna fram á Listasavnið Føroya?
? Vit fáa umsóknir. Listasavnið móttekur vanliga umsóknir frá listafólki, ið søkja um at sleppa innar at sýna fram.
Men hvør tekur so støðu til umsóknirnar, og ger av hvør skal hava játtandi svar?
? Allar umsóknirnar, sum koma inn, verða umrøddar av stýrinum fyri savnið, sum eisini ger av, hvørjar umsóknir fáa játtandi svar og sostatt hvørji listafólk sleppa at sýna fram.
Og hvussu ofta verður støða tikin til tað?
? Vit leggja eina framsýningarætlan fyri Listaskálan eina ferð árliga. Ætlanin fyri 2005 var løgd seinast í 2004. Tað verður altso eina ferð árliga avgerð tikin um, hvør skal sleppa at sýna fram komandi árið.
Men hvørjar vóru fortreytirnar fyri, at nýggja flaggið slapp inn á Listasavnið at hanga? Og hvør tók brádliga ta avgerðina?
? Ta avgerðina havi eg tikið. Eg varð spurdur um flaggið kundi hanga her í eina viku, og eg helt, at tað var eitt frálíkt hugskot. Eg helt ikki, at tað kundi gera nakran skaða, svarar Helgi Fossádal.

Kontaktir onga ávirkan
Men hevur tað ikki havt sína ávirkan, at summi av fólkunum aftanfyri ríkisflaggið hava tilknýti til Listasavnið?
? Nei, tað hevur yvirhøvur einki við tað at gera. Tað fáa fólk tað sjálvandi til, beinanvegin, men tað hevur ikki havt ávirkan. Hetta er ein avgerð, sum eg havi tikið, tí eg helt hetta verða eitt frískt hugskot. Um tað hongur her uppi, so fær tað eisini nakað av reklamu.
So um eg finni upp á okkurt, sum er frískt og øðrvísi, og sum ikki ger nakran skaða, so sleppi eg kanska eisini inn í Listasavnið í eina viku?
? Nei, tað veit eg ikki. Tað skalt tú ikki rokna við. Tað sum var, var at eg helt hetta vera eitt stuttligt happening. Eg bleiv spurdur um tað kundi hanga her, og eg segði ja, tí eg helt hetta vera nakað serligt, svarar Helgi Fossádal at enda.