Sunvard Joensen var á Svangaskarði og vandi saman við restini av GÍ-liðnum, ið fyrireikar seg til Europa Cup-dyst, tá hann fekk boðini um, at hann var úttikin til landsliðið, sum sunnudagin setir kós móti Sarajevo.
? Eg helt, at teir tvætlaðu, tá teir komu og søgdu mær, at eg skuldi við landsliðnum, sigur Sunvard í telefonini av Kambsdali, har hann arbeiðir.
Sunvard er ein av fýra GÍ-arum í landsliðshópinum hesaferð. Ein av hinum er beiggi Sunvard, Sámal Joensen, og teir eru bert annað av tveimum brøðrapørum, sum GÍ nú eigur á landsliðnum ? hinir báðir eru Magni og Henning Jarnskor.
? Sámal ringdi í gjárkvøldið og ynskti mær tillukku. Mamma mín helt, at tað var synd fyri meg, at eg skuldi vera málmaður á føroyska landsliðnum, greiðir Sunvard frá?
Rætt er tað, at tað ikki altíð hevur verið so stuttligt at verið málmaður hjá føroyska landsliðnum, men hjá Sunvardi, sum er 20 ára gamal, er hetta ein dreingjadreymur, sum gongur út.
? Landsliðið hevur altíð verið málið, men at tað skuldi koma so tíðliga, kom púrasta óvart á meg, sigur Sunvard.
Hann er kortini ikki heilt óroyndur í altjóða fótbólti, har hann millum annað hevur vart málið hjá U18-landsliðnum.
Sunvard er sera spentur upp á at sleppa at venja undir Allani Simonsen og saman við føroyska superligamálmanninum Jákup Mikkelsen.
Hann ivast ikki í, at tað verður Jákup, sum stendur í føroyska málinum niðri í Sarajevo um eina viku, men Sunvard er sum vera man fegin um bert at vera við. Og um nú Jákup Mikkelsen skuldi fingið somu lagnu, sum Jens Martin Knudsen fekk í Estlandi, kann 20 ára gamli gøtumaðurin, sum spældi sín fyrsta 1. deildardyst við GÍ sum 16 ára gamal, fáa debut á føroyska A-landsliðnum.