Eg hevði doyð um eg ikki gavst

Kendur gospelsangari fekk nýtt lív fyri 19 árum síðani

Hvalbingurin Svein í Prestgarði hevði drukkið illa í longri tíð, og hann gingið rúsaður mest sum tvey ár út í eitt, tá ið hann útlúgvaður av drykkjuskapi valdi at leita sær hjálp. Nú hevur hann verið edrúur í 19 ár, syngur gospelsangir og hjálpir øðrum, sum eru komin í líknandi støðu sum hann.

– Eg toldi ikki at drekka, og hevði eg ikki givist, hevði eg doyð av tí, sigur Svein í Prestgarði við Sosialin, sum kom út til páskir.

–  Eg fordømi ongan, sum hevur trupulleikar av alkoholi, tí eg veit á egnum kroppi, hvussu tað kann vera. Eg var tikin av fótum, og brennivínið stýrdi mær, til eg fekk hjálp til at leggja av, sigur hann.

Svein í Prestgarði heldur, at hann fekk góða hjálp at sleppa burtur úr rúsdrekkatrupulleikunum.

– Eg kenni meg hepnan, at eg kom so væl fyri meg, og at fólk hjálptu mær so væl. Tí kann eg siga við onnur fólk, at tað er hjálp at heinta, og tað ber til at broyta lívið. Tað eru fólk, netverk og viðgerðarstøð, sum vilja hjálpa, sigur Svein í Prestgarði, sum seinnu árini hevur verið virkin gopselsangari.

Longri samrøða við Svein í Prestgarði kann lesast í Sosialinum, sum kom út til páskir.