Valerij Jarantsev, skipari, var í gjár í rættinum í Murmansk, tí hann er ákærdur fyri at hava borið fiskiveiðisáttmálan millum Noreg og Russland. Í fyrra lagi er hann ákærdur fyri at hava fiskað ólógliga við Svalbard, og í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at rýma undan norsku sjóverjuni við tveimum norskum eftirlitsmonnum umborð. Tann seinna ákæran er tann álvarssama, tí verður skiparin funnin sekur, kann hann fáa upp í fimm ára fongsul. Men tað órógvar hann ikki.
- Eftirlitsmenn eiga als ikki at sleppa umborð á trolararnar. Hevði eg ikki lovað teimum umborð, hevði eg ikki staðið her í dag. Men eg ivist ikki í, at eg hevði gjørt júst tað sama eina aðru ferð, segði tann 52 ára gamli skiparin í rættinum. Hann vildi eisini vera við, at hann hevði boðið norsku sjóverjuni at seta bát út, so teir kundu fáa eftirlitsmenninar aftur, men at sjóverjan tók ikki av. Hetta avsanna norðmenn.
Fangar í fýra samdøgur
Tað var tann 15. oktober í fjør, at sjóverjuskipið Tromsø setti tveir menn umborð á Elektron, sum royndi við Svalbard. Kanningarnar vístu, at trolarin royndi við ov smáum meskum, og skiparin fekk boð um at sigla til Tromsø.
Russiski skiparin játtaði at gera eftir boðunum, men brádliga koyrdi hann fulla ferð á og setti kós ímóti russiskum sjógvi. Í fýra samdøgur sigldu fýra norsk sjóverjuskip aftan á trolaranum, og ikki fyrr enn trolarin var komin í russiskan sjógv, sluppu teir báðir norsku eftirlitsmenninir av skipinum.
Norsku myndugleikarnir ætlaðu at leggja sak ímóti skiparanum og reiðarínum, men russiska ákæruvaldið valdi at stevna skiparanum. Rættarmálið í Murmansk byrjaði í gjár.