- Eg hevði hug at royna okkurt

Tá Kristianna Ennigarð var 33 ára gomul, fóru hon og mamman at reka handil, og í morgin hevur handilsfyritøkan 30 ár á baki.

Í morgin, leygardagin hin 8. desember, hevur Rokoko í Norðragøtu 30 ár á baki. Tað var nevniliga hin 8. desember í 1988, at handilin læt upp í Syðrugøtu - við gávulutum og búnýtisvørum.

- Eg var 33 ára gomul og hevði hug at royna okkurt. Hølini vóru har, og nú var tað beiggi mín, sum átti tey. Vit fóru á sølumessu, keyptu inn, og síðan lótu mamma mín og eg handilin upp.

Tað sigur Kristianna Ennigarð, sum í dag er 63 ára gomul og framvegis eigur bæði foreldrini. Dania er 87 ára gomul, og Kaj í Bartalsstovu er 94.

Kristianna Ennigarð vísir á, at navnið á handlinum – Rokoko – var navnið á onkrum bestykki, sum tey fóru at selja, tá tær lótu handilin upp. Men, Rokoko var ikki leingi ein handil við gávulutum og búnýtisvørum.

Bert fá ár eftir, at møðgurnar høvdu latið handilin upp, rendu Føroyar seg í eina stóra samfelagskreppu.

- Tað var tí skjótt, at vit saðlaðu um. Í kreppuni brúktu fólk ikki pengar upp á gávur, men øll skulu ganga í klæðum. So, bert fá ár eftir, at vit høvdu latið handilin upp við gávulutum og búnýtisvørum, løgdu vit um og fóru at selja klæði.

Tað var ikki altíð so lætt, og í kreppuni høvdu fólk ikki ráð at keypa tað nógva. Tað var tungt at reka handilin í byrjanini, men tær arbeiddu seg upp og hóraðu undan kreppuni. Rokoko hevur nógv trúgv viðskiftafólk, og her vitja fólk úr øllum Føroyum.

Nú Rokoko fer um tey 30 árini, bjóðar handilin í morgin inn á gólvið til lagkøku, kaffi og annað gott.