? Eingin sleppur undan at gjalda skatt í Føroyum, sigur Óli Heinesen á Toll- og skattstovu Føroya í viðmerking til tað, sum Tórfinn Smith førir fram, um at nøkur fólk sleppa undan at gjalda skatt, um tey ikki tíma.
? Tað eru bara nakrir fáir sosialir taparar, sum ikki eru førir fyri og ikki eiga nakað at gjalda við, sum kunnu verða frítiknir frá at gjalda skatt.
? Tað, sum Tórfinn førir fram, at onkur vinnurekandi sleppa undan at gjalda skatt, kenni eg einki til.
346 mill. kr.
í eftirstøðum
Men sjálvt um Óli ikki kennir nakað til, at onkur í samfelagnum sleppa undan at gjalda skatt, so sigur hann tó, at tað kann verða trupult í onkrum førum at fáa inn skattin.
? Eini 98 - 99% av øllum føroyingum vilja og gjalda sín skatt uttan nakran trupulleika, men tað kann verða eitt sindur truplari at fáa skattin inn frá restini.
Óli vísir tó á, at hetta er batnað nógv tey seinastu árini. Tað var serliga síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, at tað gjørdust nógvar eftirstøður í skatti. Mest var í partafelagsskatti, men eisini nógv í B-skatti.
Í dag er eftirstøðan í skatti 346 mill. kr. Av hesum eru 130 mill. kr. rentur. Írestandi A-skattur eru í løtuni tær størstu eftirstøðurnar. Hesar eru 116 mill. kr. Eftirstøðan í B-skatti er 46,4 mill. kr, meðan 54,7 mill. kr. eru eftir í partafelagsskatti.
Mesta av eftirstøðuni í partafelagsskatti stavar frá 7 - 10 árum síðani, og hesar krónurnar væntar Óli ikki at síggja nógv aftur av. A-skatturin verður tikin inn aftur ígjøgnum árið, og B-skatturin verður eisin arbeitt við at fáa hendur á.
Eftirstøðurnar í skatti, sum truplast er at fáa fatur á er tá ið fólk, sum skylda, eru flutt av landinum. Tá ið hesi eru flutt, hava tey ofta slept øllum. Tí er ofta einki at fara eftir, sjálvt um tað verður pantað.
Ikki vinnurekandi fólk
Tað, sum hendir, tá ið ein ikki gevur upp sjálvuppgávu, er, at persónurin verður mettur og settur í skatt. Júst hvussu málið gongur víðari, dugir Óli ikki at siga, tí tað er Gjaldstovan, sum inntil nú hevur staðið fyri innkrevjanini. Kemur tað tó so langt at pantifútin má uppí, vísir tað seg í nøkrum førum, at einki er at fara eftir. Óli setir tí eisini spurnartekin við, um tað er rætt at brúka so nógva tíð, kreftir og pengar uppá mál, har einki kemur innaftur.
Óli dugir tó at síggja, at tað kann verða órættvíst ímóti teimum, sum gjalda sín skatt, sum tey skulu, um ikki verður gjørt meir fyri at fáa skattin inn frá øðrum, tí hesi einki hava at gjalda við.
Men at tað skal verða kappingaravlagandi, dugir Óli ikki at síggja. Tí hetta eru ikki vinnurekandi fólk, talan er um. Nei, hetta eru fólk, sum ikki eiga nakað eftir, og tí ikki kunnu reka nakað vinnuligt virksemi. Óli Heinesen kennir í øllum førum einki dømi um, at vinnurekandi fólk - tí tey skuldu helst átt nakað - kunnu sleppa undan at gjalda skatt og halda fram við sínum virksemi. Tað, sum talan er um, eru sosialir taparar í landinum. Og støða verður tikið til hvørt einstakt mál hvørja ferð, sigur Óli Heinesen.
Kommunan og Landsstýrið
Tá ið ein persónur søkir um at verða frítikin frá skatti ella at fáa skattalætta, fer málið bæði til Landsstýrið og ta kommununa, har tann einstaki er borgari. Kommunan tekur avgerð um kommunuskattin, meðan Landsstýrið tekur avgerð um landsskattin. Tað kann gott vera, at avgerðirnar hjá Landsstýrinum og bý-/bygdaráðnum ikki eru tær somu. Hetta eru politisk mál, sum hvørki Toll- og Skattstovan ella Gjaldstovan fáa gjørt nakað við.
Ein persónur fylgir sakini
Óli sigur, at hesi síðstu árini hava eftirstøðurnar av skatti ikki verið tær nógvu. Teir hava arbeitt meir við hesum, og hann væntar, tað fer at ganga enn betri í framtíðini at fáa inn skattin.
? Nú Toll- og Skattstova Føroya hevur yvirtikið alla innkrevjingina av skatti frá Gjaldstovuni pr. 1. juni, verður arbeiðið eisini umskipað á tann hátt, at hvørt einstakt mál verður fylgd av sama starvsfólki heilt frá byrjan til enda.
Tá ið hesar broytingarnar eru lidnar í sambandi við umleggingina og koma at virka, veit hvør einstakur altíð, hvønn hann skal venda sær til, samstundis sum Toll- og Skattstova Føroya betri fær fylgt við hvørjum einstøkum máli.
? Tað hevur verið eitt sindur trupult at fingið hetta at hanga saman, men nú ein persónur eigur málið, skuldi hetta gjørt, at tað gongur skjótari, at eitt mál verður avgreitt, og at eitt nú ein rokning betri verður fylgd upp.