Eg komi skjótt aftur at vitja

Flemming Knudsen, sum 1. januar tekur við sum forstjóri í Maersk Air, er hugtikin av Føroyum, sum hann enn bara hevur upplivað í fagrasta veðri

Umsíðir eydnaðist tað í seinastu viku, fráfarandi og komandi forstjórunum í Maersk Air, at sleppa ein túr til Føroya. Teir skuldu koma, tá frumramførslan av Barbaru var, men tað ferðina noyddust teir at setast aftur fyri mjørka í Føroyum.

Hesu nú eydnaðist ferðin, og hon eydnaðist eisini væl.

Flemming Knudsen, sum 1. januar tekur við eftir Bjarne Hansen sum forstjóri, fekk landið fyri fyrstu ferð at síggja í allar fagrasta veðri.

- Tað var vakurt og ein einastandandi uppliving, sigur Flemming Knudsen, sum var fegin um at fáa heilsa uppá komandi viðskiftafólk síni í Føroyum.

Hann hevur ikki tikið við enn, men er so smátt byrjaður, og tríggjar teir næstu mánaðirnar skal Bjarne Hansen seta hann inn í arbeiðið.

Enn hevur Flemming Knudsen ikki gjørt sær sínar egnu meiningar um ferðasambandið millum Føroyar og Danmark.

- Maersk Air hevur nú í áravís logið til Føroya og hevur góða tænastu, og hana ætla vit í hvussu er at varðveita.


Fylgja við

Flemming Knudsen heldur seg ikki kunna siga, um henda tænasta í framtíðini verður útbygd. Tað veldst um, hvønn tørv samfelagið hevur á útbygdum flogsambandið. Føroyar eru við at útbyggja ferðavinnuna, og har hevur Maersk Air eisini hug at taka lut.

Sum øllum kunnugt er kappingin millum Maersk Air og Atlantic Airways hørð.

- Kapping er altíð sunn, tí hon mennir og er so avgjørt til gagns fyri samfelagið.

Flemming Knudsen er kvikur at svara, tá hann verður spurdur, um flogvøllurin í Vágum liggur av langt burtur frá meginøkinum.


Vakur koyritúrur

- Tað mást tú heldur spyrja politikararnar um. Men tað var ein einastandandi vakur koyritúrur, vit sóu so nógv á ferðini, og tað gjørdi túrin allan so vakran.

Hetta var fyrsta vitjanin hjá Flemming Knudsen í Føroyum.

- Eg komi skjótt aftur og ætli mær javnan at vitja, líka sum Bjarne Hansen hevur gjørt, tí tað er so týdningarmikið at kenna væl tey fólkini, sum vit samstarva við.