Seinastu tvey árini hevur Steintór Rasmussen skrivað fýra krimibøkur. 1400 síður við spenningi, sviki, drápum, persónstýpum og ágangi. Alt í kendum føroyskum umhvørvi og við viðkomandi samfelagslýsingum.
– Tú mást hava okkurt upp á hjarta fyri at skriva bøkur, annars verður tað bara ein svada av orðum. Eg havi viljað fortalt nakrar søgur. Reyði tráðurin í bókunum er ikki endiliga brotsverkið, beistagerðir ella uppkláringini, men líka nógv søgurnar, sum liggja millum brotsverkið og uppkláringina. Fólk kunnu koma út fyri mongum í lívinum, og marginalarnir kunnu mangan vera smáir, sigur Steintór Rasmussen.
– Ert tú á skeivum staði til skeiva tíð, kanst tú verða traumatiseraður fyri lívið. Menniskju kunnu vera sterk ella skirvislig, og lívið kann vera sera skroypiligt, og eg haldi, at tað er áhugavert at liva seg inn í persónarnar og teirra umstøður.
– Heldur enn at válka sær í drápum, ræðuleikum og hevnd royni eg í bókunum at leita eftir orsøkini til brotsgerðina. Eg vil gjarna sleppa inn undir húðina á fólki og finna fram til, hví summi kunnu hava slíka vreiði, at tey fremja álvarsligar brotsgerðir, og spurningurin er, hvat vit sum menniskju kunnu finna uppá, sigur Steintór Rasmussen.
Seinasta krimisøgan í bindiklubbarøðini kom út í farna mánaði. »Seytjandi maðurin« er spenningssøga, sum millum annað gongur fyri seg í einum eirindaleysum politiskum umhvørvi.