- Eg má virða skipanina

Kaj Leo Holm Johannesen skal vigast politiskt, tá løgtingið klokkan 13 fer at viðgera uppskot um misálit á løgmann

Kaj Leo Holm Johannesen skal vigast politiskt, tá løgtingið klokkan 13 fer at viðgera uppskot um misálit á løgmann

  

- Ja, eg eri blakaður upp á politisku vektina, og tað má eg so bara fyrihalda meg til. Soleiðis er skipanin.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú formenninir í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram misálit á løgmann.

 

Sambært tingskipanini steðgar øll onnur tingviðgerð í som løtu eitt misálit verður lagt fram. Tingið skal tá viðgera uppskotið um misálit beinanvegin.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur júst nú niðurlagt tingfundin í ein góðan hálvan tíma, soleiðis at tingfólk hava møguleika at seta seg inn í uppskotið um misálit, sum tey nú skulu viðgera.

Tingfundurin er niðurlagdur og verður tikin upp aftur klokkan 13.

 

Hoyr samrøðu við Poul Michelsen og Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Sí myndatema frá løgtinginum HER.

 

Les eisini:

 

Løgmaður undirgrevur politisku skipanina

 

Her er uppskotið um misálit

 

Misálit á løgmann