Nei, tað er sanniliga ikki lætt at vera syndari í Føroyum. Eg gevi honum rætt í hesum. Eg eri stutt síðan fluttur heim aftur úr Danmark. Áðrenn eg flutti niður, var Útvarp Føroya einasta rásin. Her var einki at velja í; um eg ikki tímdi at lurta eftir Útvarp Føroya, noyddist eg at sløkkja. Men nú er hetta broytt - ella tað helt eg í øllum førum, tá eg flutti heim. Eg frøddist um, at eg nú kundi velja millum heilar tríggjar rásir.
Men gleðin var stokkut. Lindin er ein andalig rás, og sendir tí andaligt tilfar, tað er ikki nógv at siga um tað, um mær tørvar andaliga føði, so kann eg altíð skrúva yvir á 101 mhz.
Men hinar báðar rásirnar? Jú, tá eg fór av flogvøllinum var ein fín sending á ÚF, eg leitaði tí ikki víðari. Komin til Vestmanna byrjaði ein av hesum nýmótans kristnisendingunum á ÚF, og áðrenn eg varð sendur til heljar av einum kanska vælmeinandi trúboðara, skrúvaði eg yvir á Rás 2. Men sama skil, aftur ein trúboðari sum greiddi frá um Jesus. Sostatt stóð eg í somu støðu sum fyrrnevndi íslendingur, tríggjar rásir, og ein tríeinigheit.
Eg hugsaði: »Hatta var forbiðið snedigt, men hetta er nokk bara eitt undantak?«. Men nú eftir ein mánaða í Føroyum noyðist eg at staðfesta, at hetta hendir stak ofta; at allar rásir samstundis senda andaligt tilfar.
Kundu tær ikki planlagt eitt sindur betur? Hví skulu ÚF og Rás 2 so ofta senda andaligar sendingar samstundis? Her er talan um tvær rásir. Eg meini so við, tað skuldi ikki verið serliga ringt at samskipa. Kundu tær ikki tosa saman og lagt skránna soleiðis, at lurtararnir hava møguleika at velja millum ymiskar sendingar?
Men kanska er hetta ikki bert ein spurningur um samskipan, kanska er hetta heldur ein spurningur um hugburð. Kanska er tað meiningin, at tað ikki skal vera lætt at vera syndari í Føroyum. Kanska hevur hetta okkurt at gera við, at trúarfrælsi ikki er so høgt í metum í her. Føroyar eru jú fyrst og fremst ein kristin tjóð, og Gud hjálpi tí útvarpsstjóra, sum roynir at nøkta tørvin hjá heidnum lurtarum.