Eg meini tað Leivur

Skilji væl, at Leivur Hansen hevur stórar trupuleikar í politikki. Tað má vera møtumikið at standa uttan fyri alla ávirkan, tá ið talan er um at taka avgerðir.

Leivur hevði møguleikan at gera seg galdandi í samband við skúla- og hallarbyggingina í Kollafirði, men hann gjørdi onki, lat bara standa til. Nú má so samgongan taka upp eftir honum og føra út í lívið brotin lyftir frá Leivi; men hetta megna vit eisini, sum víst hevur verið á.

Tað kann ikki burturforklárast, at Leivur í fíggjarnevndini gjørdi eina tilráðing, sum gekk ynskinum hjá kollfirðingum beint ímóti, og atkvøddi hann einsini ímóti hesi ætlan á opnum býráðsfundi. At Leivur fekk kaldar føtur, tá ið allir kollfirðingarnir sótu í býráðssalinum og fylgdu við orðaskiftinum, er ein onnur søga, sum eg ikki skal koma inn á her.

Leivur sigur í greinini hjá sær, at sjálvandi hevði besta og ruddiligasta loysnin verið, at samanlagda kommunan tók við, har sum Kollafjarðar Kommuna slepti, tá samanleggingin fór fram á nýggjárinum 2001.

Eftir hesum úttalisi uppá skrift, so tekur Leivur ikki udir við núverandi ætlan hjá Hallarstuðulsnevndini, so er tað skorið út í papp.

Nei Leivur, ætlanin hjá tær hevði í fyrsta lagi kostað Tórshavnar Kommunu eina íløguætlan, sum kom uppá 40 mió kr. Ongin íløguætlan hevði klárað hetta, og kommunurnar hava jú eitt íløguloft. Nær heldur Leivur, at hetta ynskiprojekt hevði kunnað verið gjøgnumført? Í øðrum lagi leyk sjálv ætlanin ikki á nakran hátt ásetingunum í nýggju fólkaskúlalógini, og vit høvdu framvegis eina fimleika- og venjingarhøll og ein skúla undir jørð.

Sera áhugavert er at síggja øll referatini, sum vísir kostnaðin og gongdina í málinum um skúla-, fimleika- og venjingarhallarbyggingina. Her er Leivur eisini við sum kunningarmaður á økinum. Hetta er ætlanin, sum Leivur saman við kollafjarðarnevndini vil hava. Sig so ikki, at her er fíggjarstýring og visiónir, tá talan er um skúla- og venjingarhallarbygging.

Á forfundi til býráðsfund á vári 2001 segði Leivur Hansen hesi orð "Henda byggiætlan er nakað, sum ein nevnd samansett av fólki í Kollafirði hevur arbeitt við, og hetta má metast at vera eitt ørvidisprojekt, ynskidreymar, sum koma at kosta 40 mió kr. Býráðið kundi kanska moralskt tikið undir við hesum uppskoti um so varð, at bæði skúli og høll kostaði 20 mió kr".

Sostatt vildi Leivur Hansen ikki kennast við sítt egna barn.

Tvær ferðir hevur Leivur nú mótmælt byggiætlanini í Kollafirði. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður triðju ferð?

Haldi, at Leivur skal greiða kollfirðingum frá, hví onki orð stóð í samanleggingaravtaluni um skúla og ítróttarhøll? Hvat tú sigur, heldur ikki í politikki. Talan var jú um at leggja tvær stórar kommunur saman, og tá eiga skrivligu avtalurnar at verða greiðar, ella hvat? Her hevur Leivur eitt forkláringsproblem.

Kollfirðingar skulu ikki hava nakra lappaloysn frá tær. So gott er, at tú onga ávirkan hevur á avgerðir, sum verða tiknar í dag. Teir skulu hava ein framtíðarskúla frá 1. til 9. flokk og eina Ítróttar- og Samkomuhøll, sum lúkar øll samfelagskrøv í dag.

Vit ganga ynskinum hjá kollfirðingum á møti, og nú hendir nakað á økinum.

Heðin bakkar ikki frá givnum lyftum, sum Leivur Hansen.