? Eg mundi verið niðursigldur

Báturin hjá Jákupi Andres Mohr fekk skaða, at sjógvi

sum stóð frá, tá trolari við nógvari ferð sigldi fram

við bryggjuni á Tvøroyri

 

 

? Tað mundi endað galið, tá eg var við báti mínum á Tvøroyri

sunnudagin, sigur Jákup Andreas Mohr í Havn.

? Báturin hjá mær lá við bryggju undir flakavirkinum , tá trolarin Phoenix kom við nógvari ferð inn eftir fjørðinum. Ferðin var so nógv, at stórur brotasjógvur stóð frá, og báturin hjá mær slongdist inn í bryggjuna so harðliga, at

stevnið fór, greiðir Jákup Andreas Mohr argur frá.

Hann heldur, at slík hazardsigling líkist ongum, og at teir umborð á trolaranum eiga at ansa eftir, tá teir

sigla inni á firðunum.

Jákup Andreas dylur ikki fyri, at hann er rættuliga fortørnaður inn á hetta, og sigur, at hann hevur

meldað málið til politiið.

Av sýsluskrivstovuni á Tvøroyri

vátta teir, at málið varð meldað til

løgregluna.

? Tað var trolarin Phoenix, sum hevði verið niðri í Frankaríki til

sandblásingar, sum kom inn eftir fjørðinum við fullum drøni, og tá

gevur ein slíkur trolari stóra aldu, sigur vakthavandi.

Fyri løgregluni hevur skiparin upplýst, at hann sigldi við 12 míla

ferð, tó at mest loyvda ferðin er 4 míl. Vakthavandi á

sýsluskrivstovuni sigur, at vanliga verða ikki ferðbøtur givnar

skipum, men hann sigur, at skiparin hevur váttað, at trolarin elvdi

skaðan, ið kom á bátin hjá Jákupi Andreas Mohr.

? So rokni eg við, at hann fær eina avtalu við reiðaríið um at

umvæla skaðan, sigur vakthavandi.

Sjóforhoyr verður valla talan um.

? Skal tað verða sjóforhoyr, so skulu partarnir sjálvir krevja tað,

verður sagt av sýsluskrivstovuni á Tvøroyri