Eg skal ikki vera forðingin

Bólturin liggur hjá Pedagogfelagnum, men er ynski um fund við okkum, fáa tey hann beinanvegin, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Í sambandi við, at Jacob Vestergaard var innsettur sum fiskimálaráðharri í Tinganesi í morgun, var landsstýrisfundur.

Hetta høvdu pedagogfelagið og fakfeløg í samhugaverkfalli fingið frænir av, og møttu tí upp í Tinganesi, har tey kravdu at fáa orð á landsstýrismannin. Og tá landsstýrisfundurin var av, hitti Jørgen Niclasen mótmælisfólkunum á trappuni í Tinganesi.

Tey kravdu at vita, hví Jørgen Niclasen ikki kallaði inn til samráðingar, men fíggjarmálaráðharrin metti, at bólturin liggur hjá Pedagogfelagnum.

- Er tað so, at Pedagogfelagið ynskir fund við okkum, so skulu tey fáa hann beinanvegin, segði Jørgen Niclasen.

Hann segði eisini við Rás2 seinni, at um Pedagogfelagið ynskti, at hann sjálvur kom á vøllin, so skuldi tað sanniliga ikki verða nøkur forðan.

- Vit tosa um tvey krøv. Annað snýr seg um fyrireikingartíð, og hitt um løn. Fyrireinkingartíð er ikki nakað, ið hevur við sáttmálan at gera, men ein spurningur um, hvussu einstøku stovnsleiðararnir fordeila tíðina. Men vil Pedagogfelagið tosa um eina ørvísi differentiering enn hana, lagt er upp til, so kunnu vit saktans tosa um tað, sigur Jørgen Niclasen.