Eg sovi væl um náttina

- Sjálvandi er tað keðiligt at hava mist Dimmalætting úr familjuni, men tað er ein bøtiligur skaði tí ongin er deyður, sigur Beata L. Samuelsen, næststørsti eigari í Dimmalætting

Sigur tú Dimmalætting, mást tú eisini siga Samuelsen.

Soleiðis hevur verið í samfull 122 ár.

Tí eru tað tvey fyribrigdi, sum hava verið samantvinnað í føroyska samfelagnum er tað blaðið Dimmalætting og Samuelsen ættin í Havn.

Men eftir at Dimmalætting hevur verið í Samuelsen ættini í meiri enn eina heila øld, varð blaðið selt í gjár og nú er tað sostatt eisini farin tíð, at Samuelsen navnið og Dimmalætting verða óloysiliga knýtt saman.

Vit hava spurt Beatu L. Samuelsen um tað ikki følist svárt at hava mist familjufyritøkuna av hondunum.

Sjálv var Beata næststørsti privati partaeigari í Dimmalætting og harafturat hevur hon verið tíðindakvinna á blaðnum heilt síðani 1. august í í 1967, tá ið kom í starv har bara 20 ára gomul, beint eftir lokið studentsprógv.

Men eisini áðrenn tað eigur hon nógv spor á blaðnum, tí hon plagdi eisini vera inni á gólvinum sum barn.


Bøtiligur skaði

Men at blaðið nú er selt, tekur hon ikki so øgiliga tungt.

Sjálvandi eri eg kedd, tí eg hevði kenslur fyri blaðnum.

Men nakar persónligur sorgarleikur er tað yvirhøvur ikki

- Harraguð, ongin er deyður, staðfestir hon!

Hvussu framtíðin hjá Beatu sær út á Dimmu veit hon ikki.

- Stendur tað til mín, haldi eg fram í starvinum her, men alt veldst um, hvat nýggju eigararnir halda um tann spurningin og tað veit eg so ikki, tí eg kenni teir ikki, sigur hon.

Men hon sigur, at tað verður onki øðrvísi at arbeiða á Dimmu undir nýggjum eigarum, sum tað var frammanundan.

- Eg havi altíð følt tað sum mítt arbeiðspláss og haldi eg fram, verður tann kenslan ikki øðrvísi. Men eftirsum eg havi havt so tætt persónligt tilknýti til blaðið, dylir hon ikki fyri, at hon hevur følt hetta sum nakað serligt at arbeiða á blaðnum.

Les eisini greinina: Serfrøðingar gjørdu enda á Dimmalætting.