Fótbóltur
- Hann slóð út eftir mær, og rakti meg í andlitið. Eg spældi eitt sindur upp á tað, men í hesum spælinum mást tú gera tær dælt av tílíkum støðum.
Geylið frá Jákupi á Borg hoyrdist um allan Tórsvøll, tá Sorin Ghionea tíðliga í seinna hálvleiki hevndi seg inn á miðvallarin. Úrslitið var reytt kort til rumenan, sum sjálvandi gav føroyska liðnum ein fyrimun.
- Vit kundu kanska byrjað trýstið eitt sindur fyrr. Vit eru vandamiklir seinastu løtuna, tá Christian Høgni Jacobsen varð fluttur fram, og tá Bartal Eliasen varð innskiftur. Men tað var so ikki nógmikið.
Tit eru sera verjukendir í fyrra hálvleiki. Var tað avtalað, ella vóru tit trýstir aftur?
- Tað var avtalað. Aftur í dag riggaði uppleggið væl, og vit klára at taka ferðina úr spælinum. Og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur hann.
Einu løtuna í seinna hálvleiki lá Jákup á Borg undir liðini á Andrew av Fløtum, sum ætlandi skuldi vera einsamallur framherji. Tað var tó ikki nakað, hann fekk boð um.
- Nei, eg fór niðan sjálvur. Eg var eitt sindur ótolin, men tað hevði ikki nógv upp á seg, staðfestir fryntligi Jákup á Borg, sum samanumtikið stóð seg væl.