Eg stilli upp til bæði fólkatings- og løgtingsval

Eftir at hava hugsað meg væl um, so havi eg avgjørt, at eg bjóði meg fram til bæði fólkatingsvalið 24. mars og løgtingsvalið 26. mars.

 

Farna valskeið sum fólkatingskvinna hevur verið spennandi, og tað hevur eydnast at framt eina røð av úrslitum.

 

Úr rúgvuni kann nevnast, at Føroya Politi hevur fingið betri umstøður, fleiri pengar eru settir av til at økja um vitanina í Ríkisfelagsskapinum, og tað hevur eisini eydnast at útvega pengar til týðandi gransking.

 

Hóast nógvu úrslitini, so krevur tað eitt støðugt arbeiði at viðlíkahalda viðurskiftini við Danmark og tryggjai, at tey felagsøkir millum Danmark og Føroyar framvegis verða ment.

 

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg verið vald.

 

Nógv er eisini at arbeiða fyri í Føroyum. Eitt av teimum týdningarmestu málunum er, at vit mugu tryggja, at støðan hjá barnafamiljum verður betri, so at fólk støðast í Føroyum og kunnu virka á arbeiðsmarknaðinum.

 

Føroyar mugu eisini taka ábyrgd í heiminum og vera við at taka avgerðir, tá tað hevur við trygd at gera.

 

Eg fái ofta spurningin: “Hvat gert tú, um tú verður vald á bæði fólkating og løgting?” Spurningurin er sera relevantur, tí eg fari ikki at sita í tveimum sessum í senn.

 

Og so sita fleiri við spurninginum – hví stilla upp til bæði valini, tá tú bert ætlar annan sessin.

 

Veljarin fær nú møguleikan at velja meg í tann sessin, sum tey halda, eg best kann røkja.

 

Komi eg í ta støðu, at eg verði vald bæði á fólkating og løgting, so velji eg tann sessin, sum Sambandsflokkurin vil hava meg at røkja.

 

Tvey spennandi val standa fyri framman, og eg fari at gera mítt ítasta fyri Føroyar og Sambandsflokkin.

 

 

 

Anna Falkenberg