- Eftirsum eg eri í Føroyum allíkavæl, so ætli eg mær at stilla upp. Men eg tími ikki at savna hasar har 800 undirskriftirnar, sjálvt um tað bara tekur ein dag, nú man hevur Facebook og digitala undirskriftainnsavnan. So eg fari bara uppí onkran flokk, sum longu er. Og tá haldi eg Hampaflokkurin er nógv tann smartasti, sigur Johan Dalsgaard, sum í dag býr í Danmark.
Tað er ikki nógv hann vil siga um sína komandi uppstilling til løgtingsval, men eitt er vist – hann stillar upp. Tann víðagitni Johan Dalsgaard, eisini róptur Johan í Kollafirði ella Johan í Fámara, hevur tikið støðu til at bjóða seg fram til komandi løgtingsval. Men orsøkin er, at hann hevur eina avtalu við Irish Pub í Havn um at vera gestbarrvørur júst tann dagin – hvat tað so enn merkir. Og orsøkin til, at Hampaflokkurin fær heiðurin er, at hann vil avtaka lógir.
- Eg eri komin fyri at avtaka lógina. Eg haldi, at nú er so eru so nógvar lógir um absolut einki, at tað hevði hjálp nógv, um eg slapp at blaka okkurt um helvtina av øllum lógunum í skrell. Og tá hevði eg eisini droppað hasa meiningsleysu lógina, sum forðar Hampaflokkinum at hjálpa fólki og spreiða ein gleðiboðskap, sigur Johan Dalsgaard.
- Eg meini, man skal jú eta tey eplir, man sjálvur hevur velt, og eg dugi ikki at síggja mun á einum hampafræði og einum radisufræði, men man fær í hvørtfall ikki ilt í búkin, óansæð hvat av teimum man etur, so okkurt gott er í hesum. Tað kemur sjálvdan so nógvur roykur, uttan at okkurt er um okkurt. Eg meini so við, plantan hevur staðið sína roynd, sigur Johan Dalsgaard.
Tí bjóðar hann seg fram fyri Hampaflokkin. Men høvuðsvallyftið hjá flokkinum er ikki hansara hjartamál sum so.
- Við at fara upp í Hampaflokkin, fái eg heilt óbeinleiðis hjálpt teimum allan vegin á mál. Men hamp hevur ikki mín áhuga fram um onnur ting. Tað er meira prinsippið, sigur Johan Dalsgaard.