Theodor Hansen hevur týtt bókina Eg trúgvi úr norskum eftir Carl Fr. Wisløff.
Í hesi stuttu trúarlæruni gevur Carl Fr. Wisløff eitt beinrakið svar, tá ið spurt verður: hvat er kristindómur? Eftir Bíbliuni og hinum luthersku játtanarskriftunum vísir høvundurin á grundvøll trúarinnar, og hvat trúgvin ber í sær. Høvundurin sigur okkum, at kristindómur er ikki, sum best ber til, men trúgv á Jesus Kristus.
Bókin lýsir høvuðsevnini í kristnu trúgv okkara. Til dømis, at hin heilaga Skriftin er innblást, myndugleika hennara, hin tríeinda Guð, skapan og syndafall, Jesus Kristus ? Guð og menniskja, frelsuvegin, lóg og evangelium, náðievnini, trúboðan, hinar seinastu lutirnar. Tilfarið er einfalt og greitt og latið í lættan góðan málbúna.
Eg trúgvi er útkomin í mongum londum ? í Noregi í 75000 eintøkum. Bókin er endurskoðað og broytt fleiri ferðir. Í bókini er eisini ein lestrarætlan.
Carl Fr. Wisløff er kendur í mongum londum sum gudfrøðingur, kirkjufrásøgumaður, prædikumaður og høvundur. Hann skarar fram úr sum kristin oddamaður við greiðari bíbliutrúgvari áskoðan.
Bókin kann keypast frá Heimamissiónsforlagnum og í bókhandlum runt um landið. Hon kostar kr. 169,00.