Eg trúgvi ikki at semja er í samgonguni

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, væntar ikki, at samgongan fer at avrika tað stóra restina av síni livitíð. Løgmaður hevur tosað um trý stórmál, sum liggja fyri framman, men Jørgen Niclasen ivast stórliga í, um nakað teirra verður samtykt sum er.

 

Eitt teirra er pensjónsskipanin. Fundir vóru millum samgonguna og andstøðuflokkarnar stutt eftir valið, men síðani tykist arbeiðið at vera dottið eitt sindur niður fyri.

- Vit hava hvørki hoyrt orð ella eið frá landsstýrinum um pensjónsnýskipanina í meiri enn eitt hálvt ár, so hvussu langt tað er komið veit eg ikki, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann sigur, at tá teir vóru við í samráðingunum, var talan um at hækka pensjónsaldurin og at  inntøkuregulera grundarupphæddina, so at hon fór at minka hjá nógvum pensjónistum.

- Tað trúgvi eg heilt einfalt ikki upp á, at hendan samgongan klárar at gjøgnumføra, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at hann væntar ikki, at andstøðan kann taka undir við tí seinasta uppskotinum til pensjónsskipan, sum hann hevur sæð, har talan var um at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta.

- Tað er tað sama sum at hækka skattin, og tí taka vit ikki undir við, sigur Jørgen Niclasen.

- Eg trúgvi lítið upp á, at tey eru komni til nakra semju, ikki eingong inni í samgonguni, sigur hann.

 

Formaður Fólkafloksins er líka dapurskygdur um útlitini fyri eini nýggjari grundlóg og eini fiskivinnunýskipan. Hann heldur, at arbeiðið við grundlógini er kollsigld frá byrjan av, tí har eru fleiri broytingar gjørdar, sum eingir andstøðuflokkar kunnu taka undir við.

- At ognarrætturin er friðhalgaður var brádliga fjernað úr uppskotinum, tað dámar ikki okkum. At Føroyar er eitt kristið land og skal byggja á kristnan siðaarv nokta teir skal vera í, sigur hann og væntar ikki, at uppskotið fær stóran stuðul frá Fòlkaflokkinum.

 

Jørgen Niclasen ivast eisini stórliga um fiskivinnunýskipanina.

- Samgongan veit illa, hvørjum beini hon skal standa á. Vit hava ein veikan løgmann og ein ráðaleysan Høgna Hoydal. Nú skulu teir ikki fara frá fiskidøgum til kvotur fyrr enn í 2019. Tað sigur mær so mikið, at teir hava skilt, at tað er fiskidagaskipanin, sum er tann rætta, sigur Jørgen Niclasen, og vísir samstundis á, at fyri vinnuna økir hetta einans um ótryggleikan, nú hon ikki veit, hvussu skipanin verður eftir 2019.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jørgen Niclasen.