Linda Andrews var stóra stjørnan í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio fyri tveimum árum síðani. Hon var nógv tann besti sangarin, og hon vann eisini kappingina. Í tíðini eftir sigurin hevði hon nógvar framførslur, og hon gav fløgur út í Danmark.
Linda fekk tó ikki bestu ummælini, og hon hevur eisini staðið eitt sindur fyri skotum, nú nýggjur X Factor vinnari júst er funnin.
Er kritikkurin, sum tú hevur fingið, rættvísur ?
Eg skilji væl kritikkin frá fólki. X-Factor verður blást upp, og fólk sita nærmast og vænta, at man brillierar aftan á sendingina. Men X-Factor er ein falskur veruleiki. Tann veruleikin er bara til í nakrar vikur, meðan sendingin koyrir. Eftir finaluna verður ein sendur aftur til tann rætta veruleikan, og tá er støðan beinan vegin ein onnur.
Eg skilji væl, at fólk væntaðu meir av mær. Tey fingu at vita, at eg var so fantastisk og heimsins besti tónleikari. Tað var í øllum førum tann myndin, sum DR teknaði av mær, meðan sendingin koyrdi. Men síðani kemur tú út í danska tónleikaheimin og verður mettur við allar hinar etableraðu tónleikararnar, og tá megnar man ikki at liva upp til høgu vónirnar.
Hevði tað verið betur, um tú gjørdist nummar tvey í X-Factor?
Tað má tíðin vísa. Men eg trúgvi uppá, at ein skal gera sítt besta, óansæð hvør støðan er. Og eg gjørdi mítt besta, so tað fari eg ikki at angra.
Hevur tú dugað nóg væl at útnytta X-Factor heitið ?
Heilt erligt, so havi eg nokk ikki dugað tað nóg væl. Tá fløgan kom út, heglaði kritikkurin niður yvir meg, og eg gjørdist næstan flóv av, at eg hevði vunnið. Eg fekk kensluna av, at tað var ókul at vinna. Eg brúkti tí nógva tíð upp á at summa meg eftir tað. Eg meldaði meg jú til, tí tað var ein stór succes í Bretlandi og Amerika, og vinnararnir har gjørdust stórar heimsstjørnur eftir kappingina. Men her í Danmark er støðan ein heilt onnur.
Skal X-Factor halda fram ?
Tað er ein fín sending. Men tað snýr seg um alt annað enn tónleik. Eg meldaði meg til fyri at fáa ein møguleika í tónleikaheiminum. At verða tikin sum er seriøsur tónleikari. Men tónleikurin er ikki tað, sum fólk fokusera uppá. Tey hugsa meira um privatlívið hjá einum heldur enn røddina. Man skal verða vitandi um, at man stillar seg upp sum undirhald. Allir X-Factor luttakararnir eru bert ein brikkur í spælinum hjá DR. Tað snýr seg jú heldur ikki um at finna góðar røddir. Er røddin góð, er tað eitt plus, men tað týdningarmesta er, at luttakararnir eru øðrvísi – serligir á onkran hátt.
Hví sló tín fløga ikki ígjøgnum ?
Altso, eingin loftar tær eftir sendingina. Tín persónur verður blástur upp, meðan sendingin koyrir, men síðani verður man sleptur uppá fjall. Móðurfelagið hjá SONY hevur eina heimsumfatandi avtalu, har teir noyðast at útgeva fløguna hjá vinnaranum av X-Factor. Og tað minnir mest av øllum um avtalað hjúnaband, tí partarnir hava ikki valt hvønn annan, og tað var greitt, at SONY DK ikki brendi fyri mínum tónleiki. Fleiri onnur plátufeløg bjóðaðu seg til at framleiða mína fløgu, tí tey høvdu eina meining um, hvussu fløgan skuldi verða. Men SONY vildi ikki. Eg gjørdi mítt besta við sangunum, men eg hevði nær um onga ávirkan á, hvussu fløgan var framleidd. Eg sat bert aftan á og ypti øksl.
Hvat hevur tú fingið burturúr X-Factor ?
Tað týdningarmesta er sjálvandi, at nú vita umleið tvey milliónir fólk, hvør eg eri. Eg havi eisini fingið nógvar royndir. Bæði góðar og ringar. Og so havi eg sjálvandi eisini fingið nógvar góðar vinir og kenningar. Men eg havi lært ótrúliga nógv um meg sjálva. Eg havi lært, at eg ongantíð aftur fari at geva eina fløgu út, uttan at tey, sum arbeiða við mær, brenna fyri sakini.
Hvat heldur tú um X-Factor í ár?
Sarah hevur ikki sterka rødd. Men hon hevur sterka persónligheit, og hennara persónligheit skínur ígjøgnum, tá hon syngur. Tað er ein sterkur eginleiki. Og júst prógvið um, at tað snýr seg um persónin og ikki røddina í X-Factor longur. Tá eg var við, var tað meira ein kapping, enn tað er í dag. Eitt nú vóru tað ikki Autotunes á, tá eg var við. Men tað hevur tað verið eftirfylgjandi. Støðið er eisini lækkað nógv, um ein hugsar um røddirnar.