Eg var tann fyrsti at selja fisk á hendan hátt

Seinastu 17 árini hevur hann verið trúfastur á gongugøtuni, suðringurin, sum hann eitur á mannamunni ella Eldborg, sum myndugleikarnir nevna hann.

 

- Eldborg fylti 20 ár í august í fjør, og eg meini at tað tók eini trý ár, áðrenn eg byrjaði at koma regluliga til Havnar at selja fisk eisini. Tá var eg tann einasti. Tað var eg, sum byrjaði at selja fisk til fólk á hendan hátt, sigur Óli Johannesen.

 

Sølan er nógv og einsamallur maður hevði hann ikki megnað at staðið bæði fyri fiskiskapi og sølu.

- Kalvan fiski eg sjálvur, serliga um summarið, annars er tað mesta keypt á uppboðssølu. Síðani verður tað skorið í hølunum hjá mær har suðuri. Har fái eg góða hjálp av nøkrum pensjónistum. Tann eini gavst nýliga, tá varð hann vorðin 82 ára gamal. Tann elsti, sum hjálpir mær nú er 76 ára gamal. Tað passar teimum sera væl at fáa eini tveir, tríggjar dagar um vikuna, sigur Óli Johannesen.

 

- Hjallarnir standa í fjøruni, og tað fløðir undir teimum. Tað tryggjar at fiskurin bæði turkar og ræsir væl, sigur hann.

 

Hesa løtuna vit tosa saman, koma fleiri kundar framvið. Suðringurin selur 14 ymisk sløg av fiski, alt frá kjálkum og lippum til turran og ræstan fisk. Alt verður virkað í góðkendum hølum á Tvøroyri.

- Eg havi eini góðkend og nossilig høli har suðuri, men tað er ikki heilt uttan stríð. Eg havi tó sagt við stjóran á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at hann má koma og tosa við okkum í eygnahædd, so skulu vit loysa allar avbjóðingar saman. Vit eru menn, sum hava fingist við fisk alt lívið. Einasta ynski er at veita kundunum eina góða vøru, so sjálvandi eru vit til at tosa við, sigur hann.

 

Hann hevur staðið á gongugøtuni øll árini, og tað er eisini orsøkin til, at hann verður standandi á gongugøtuni.

- Eg havi staðið her so leingi, so nú sleppi eg at vera standandi, hóast teir royna at savna alla fiskasøluna í Vágsbotni. Kappingin er hørð, men eg klári meg væl. Eg skuldi tó ynskt, at vit allir kundu kappast á jøvnum føti. Minst til, at áðrenn eg havi selt ein stert her í morgun, havi eg brúkt 300 krónur til ferðina við Smyrli, sigur Óli Johannesen.

 

Hann stendur sjálvur annar og riggar til á gongugøtuni. Smyril legði at fyri eini løtu síðani og lív byrjar spakuliga at koma í miðbýin hendan góðveðursmorgun.

- Eg havi verið ótrúliga væl móttikin av havnafólki. Fólk eru blíð og eg havi fleiri fastar, afturvendandi kundar. Tí er tað, at eg komi aftur hvørja viku, sigur suðringurin.