- Eg vil hjálpa KÍ

KÍ skrivaði í dag undir sáttmála við danska álopsspælaran Denni Conteh, og hann verður væntandi ein góður styrkur hjá liðnum úr Klaksvík.

 

- Eg havi hoyrt sera nógv gott um Føroyar, so eg gleði meg at koma til Føroya at spæla fótbólt. Eg kenni ikki so nógv til føroyskan fótbólt, men mítt mál verður at hjálpa KÍ longur upp á stigatalvuni, sigur Denni Conteh við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Nevndarformaðurin í sp/F KÍ, ið rekur Formulaliðið hjá KÍ, fegnast um avtaluna við danska álopsspælaran.

 

- Vit eru fegnir um, at vit hava fingið ein royndan álopsspælara, sum hevur spælt á hægsta stigi uttanlands. Hetta er ein styrkur til liðið her og nú, og samstundis arbeiðir leiðslan í felagnum við at finna varðandi styrk til Formulaliðið fram ímóti næsta kappingarári, sigur Aksel Johannesen við heimasíðuna hjá KÍ.