Jørgen Niclasen sigur seg onga grundgeving hava fingið fyri at reisa seg úr landsstýrissessinum. Juridiskt er einki gjørt skeivt, sigur hann. Men líkt er til, at onkur vil hava høvdið av mær.
Jørgen Niclasen viðgekk, tá hann kom aftur úr Íslandi fyrrapartin týsdagin, at hann hevði verið rímiliga kroystur hesar seinastu dagarnar. Og tað metti hann seg hava grund til, tí tað var líkt til, at ein politisk avgerð fór at gera, at hann noyddist frá sum landsstýrismaður.
?Men tá ið tað er staðfest, at eg ikki hava brotið nakra lóg, so havi eg onga juridiska grund til at fara. Er tað politiskt, at onnur vilja hava høvdið av mær, so mugu tey um tað, segði Jørgen Niclasen við Sosialin týsdagin.
?Eg havi avgjørt ongar ætlanir um sjálvboðin at fara úr starvinum, og eg havi avgjørt ikki sitið í flogfarinum og sungið: »Eg vil út«, segði hann.
Jørgen Niclasen hevur seinastu dagarnar verið í Íslandi í arbeiðsørindum, men hevur havt regluligt samband við løgman alla tíðina. Hann sigur seg tó ikki vita, hvat fer at henda við samgonguni, um Tjóðveldisflokkurin atkvøður fyri einum misálitsuppskoti.
?Andstøðuna skilji eg væl, at hon kemur við einum slíkum uppskoti. Teirra fremsta endamál er at blaka bumbur inn í samgonguna. Men fara samgongufólk at spæla við tær bumburnar, plaga tær ofta at bresta.
Jørgen Niclasen sigur seg ikki vita, hvussu tað verður, men heldur tað síggja út til, at Tjóðveldisflokkurin er á veg í leypin hjá andstøðuni.
?Eg dugi ikki at skilja, hvørjum farið verður eftir uttan mínum høvdi serverað á einum fati, sigur Jørgen Niclasen.