- Eg vil stríðast fyri THOR-samtakinum

- Míni mál fyri 2019 eru í fyrsta lagi at stríðast fyri familjuna og fyri THOR-samtakinum, sigur Hans Andrias Kelduberg.

In.fo hevur spurt Hans Andrias Kelduberg um árið, sum fer og um vónirnar fyri árinum, sum stundar til. Her greiðir hann eisini ítøkiliga og forvitnisliga frá, hvussu gamlaárskvøld verður hildið í umhvørvinum í Hoyvík, har hann býr saman við konu og børnum. Í sínum svarum nertir hann eisini við ymisk familjuviðurskifti, og hann sigur eitt sindur um gongdina hjá THOR-samtakinum.

Keypir tú fýrverk?

- Eg plagi at keypa eitt sindur saman við børnunum. Tey eru fimm í tali, og nú er tað bara Magnus, sum er 10 ár, sum hevur hug at keypa fýrverk saman við pápa sínum. Hini systkini eru 16, 17, 23 og 25 ár og hava ikki tann stóra áhugan fyri fýrverki longur.

Hans Andrias Kelduberg heldur, at tað hevði verið betur, um kommunur ella eigarafeløg samskipaðu fýrverkskjótingina á nýggjárinum. Eg haldi, at hetta hevði verið tryggari og helst eisini betur fyri umhvørvið, enn at hvørt húski keypir fýrverk at skjóta á nýggjárinum.

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?

- Vit halda altíð nýggjár heima á Ovarugøtu. Gamlaársdagur er rættiliga siðbundin, har vit brasa riv á nátturðatíð. Ofta koma fólk á gátt gamlaársdag, ár eftir ár. Tó so, at onkur fellur frá, tá aldurin fer avstað við teimum. Ein góður vinur av húsinum var inni á gólvinum seinasta gamlaárskvøld og heilsaði upp á okkum, sum hann hevur gjørt í morg ár. Tá hann fór út aftur, tók hann í hondina á mær og konuni og ynskti gott nýggjár. Hann segði, at hetta bleiv seinastu ferð, at hann kom á gátt gamlaárskvøld — og so var. Hann er farin í Harrans hendur, men tað var av elli. Sanna, vermóðir mín, hevur eisini altíð verið heima hjá okkum gamlaárskvøld, men nú eru hennara spor tung, so tað er ikki meira, enn hon kemur niðan í ár. Men, tíbetur setur til av yngra fólkinum, og tey hugna sær - eisini saman við okkum.

Hans Andrias Kelduberg vísir á, at Inni á Gøtu ganga øll kyndlagongu klokkan 22 gamlaárskvøld. 

- Vit møtast í býlingshúsinum og ganga eina rundu inn eftir Ovarugøtu og so eftir Niðarugøtu, har røða verður hildin og bál tendrað, og her verður eisini sungið. Eftir hetta fara flestu familjurnar heim at halda nýggjár. Tá tað nýggja árið er skotið inn, verður heilsað upp á grannar, og tað hendir seg meira enn so, at dottið verður inn á gólvið hjá hvørjum øðrum. Blíðskapurin er stórur, og lagið er gott.

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

- Eg kann ikki koma í tankar um eina serliga hending, sum var tann besta í farna ári. Tað eru sjálvandi løtur, sum skara framúr. Tað er soleiðis, at børnini fylla nógv, og foreldur gleðast helst eina mest um, tá tað gongur børnunum væl. Elsta dótturin bleiv útlærd sum fysioterapeutur í summar, og vit vóru í Ålborg, tá hon varð liðug. Tað var ein góð løta. Elsti sonurin bleiv útlærdur skipselektrikari og helt eina veitslu í januar mánaði. Og síðan fekk hann loyvi at halda fram at arbeiða, har hann hevði verið í læru. Tað var ein góð veitsla og ein góður dagur.  So, eg má siga, at tað vóru tvær upplivingar, sum vóru tær bestu í árinum.

Og hvat var tað keðiligasta í 2018?

- Starvsfelagar standa mangan einum nær, og tekniski leiðarin í reiðarínum er einki undantak. Ein lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at hann var blivin álvarsliga sjúkur. Ein annar lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at THOR ikki hevði fingið menningarkvotu. Frekt og órættvíst, haldi eg. Men lívið er jú ikki rættvíst, so her var bara at reisa seg spakuliga aftur.

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

- At familjan skal hava eitt gott ár og trívast og mennast. Tá tú hevur børn, er tað helst størsta ynski, at tey gerast góðir borgarar í okkara deiliga landi ella, har tey nú trívast.

Hans Andrias Kelduberg sigur, at tá tað ræður um arbeiðið, er ynskið, at THOR skal koma sterkari úr 2019 enn úr 2018. THOR-samtakið hevur havt tað serliga strævið seinastu árini. Eftir samfull fýra ár, har frálandavinnan hevur verið í djúpari kreppu, og nógv feløg í hesari vinnu eru farin fyri bakka, hevur tað eisini rakt felagið hart. Og í fiskivinnuni hevur eydnan heldur ikki verið við THOR-samtakinum, og THOR er helst tað felag í Føroyum, sum er harðast rakt av fiskivinnunýskipanini.

- So, samanumtikið kann sigast, at eg havi tvey serlig mál fyri 2019. Tey eru, at stríðast fyri familjuna og fyri THOR-samtakinum. At enda vil eg nýta høvi at ynskja øllum Føroya fólki eitt gott nýggjár! sigur Hans Andrias Kelduberg.