Egnar royndir av prostatakrabba

Mikukvøldið verður fundur fyri menn sum hava - ella hava havt - prostatakrabba.

Sjálvhjálparbólkurin "Menn, ið hava - ella hava havt - prostatakrabba" fer at hava fund mikukvøldið 9. september frá klokkan 19-21. Fundurin verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum í Havn.

 

- Kvøldið er skipað við drekkamunni, framløgu, spurningum, kjaki, kunning og hugnaligari samveru, sigur formaðurin í bólkinum, Eirikur Ólason Simonsen.

 

Hann vísir á, at luttakari, sum verður við á fundinum, hevur bjóðað seg fram at siga sína søgu um sjúku og viðgerð, og hetta er fyrstu ferð, at viðkomandi er við í bólkinum.

 

Høvi verður eisini at seta spurningar.

 

- Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava - ella hava havt - prostatakrabba, eru hesir altíð vælkomnir at verða við, leggur formaðurin í sjálvhjálparbólkinum, Eirikur Ólason Simonsen, aftrat.