Egndi sum smádrongur

Karl Birgir Isaksen er ein av 10 í nevndini aftan fyri Føroya Sjómannadag. Vit spurdu hann, hvaðani áhugin hjá honum fyri Sjómannadegnum stavar, og hvussu tað ber til, at hann sum stjóri í egnari fyritøku á landi tímir at brúka so nógva tíð upp á hetta tiltak.

- Ja, tað er so tað. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri fiskiskipavinnu, men eg havi siglt lítið sjálvur. Havi kortini verið onkrar túrar á línu-og snelluveiði, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi.

Eins og nógvir aðrir dreingir í Klaksvík, byrjaði Karl Birgir at egna sum 9-10 ára gamal.

- Í dag, nú eg havi eina fyritøku at taka mær av, havi eg rættiliga nógv við sjóvinnuna at gera, og hetta dámar mær ógvuliga væl. At eg eri virkin í Føroya Sjómannadegi, er ikki minst tí, at eg gjarna vil vera við til at geva børnunum nakrar hugnaligar dagar niðri á bryggjuni – saman við foreldrum sínum, sigur Karl Birgir Isaksen.

Hann ásannar tó, at tiltakið fer við nógvari tíð og orku, meðan fyrireikingararbeiði stendur upp á.

- Men so leingi, sum vit merkja, at vit hava uppbakning frá fólkinum, kennist tað fløvandi, og eg má siga, at vit hava nógvar góðar stuðlar - fyrst og fremst í Klaksvík, men eisini uttan fyri Klaksvíkina, sigur Karl Birgir Isaksen, sum gleðir seg til dagin í morgin í Klaksvík.