Fyri seytjandu ferð á rað fóru føroyski málverjin og liðfelagar hennara í EH Aalborg av vøllinum sum vinnarar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Fríggjakvøldið tók EH Aalborg móti AGF á heimavølli. Hesaferð gjørdist talan um ein 32-26 sigur til EH Aalborg. Í steðginum var EH Aalborg á odda 18-15.
EH Aalborg er nú fremst í deildini við 34 stigum fyri 18 dystir. Kappingin um beinleiðis uppflytingina stendur fyrst og fremst við Bjerringbro, ið hevur 32 stig fyri 18 dystir. Holstebro er nummar trý við 28 stigum fyri 17 dystir.
Bjerringbro og EH Aalborg møtast í Bjerringbro 25. mars í einum dysti, ið kann vísa seg at fara at vera sera týðandi í kapprenningini um fyrsta plássið.
Liðini sum enda á øðrum og triðja plássinum mugu spæla uppflytingardystir móti liðum úr bestu deildini.