Fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin Ehud Olmert styðjar tað palestinska kravið um, at Palestina skal at fáa eygleiðarastøðu í ST. Hann sigur, at hjá Ísrael ræður um at styrkja hóvligar palestinskar leiðarar so sum Mahmoud Abbas, forseta og Salam Fayad, forsætisráðharra.
-Hesir báðir menninir hava brúk fyri okkara hjálp, og tíðin er komin til at geva teimum hjálp, skrivar Ehud Olmert í brævi til kanadiska professaran Bernard Avishari, og sum ein amerikonsk heimasíða endurgevur.
Ehud Olmert og núverandi ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, vóru floksfelagar, til Olment stovnaði flokkin Kadima. Olmert var forsætisráðharri í Ísrael frá 2006 til 2009, tá hann noyddist frá orsakað av skuldsetingum um korrupsjón.
ST fer seinni í dag at atkvøða um at geva Palestina eygleiðarastøðu, og alt bendir á, at uppskotið verður samtykt við stórum meiriluta. Millum londini, sum atkvøða fyri, eru Danmark, Noreg og Ísland.