Eiðisfólk vilja klára seg sjálv

- Eiðis kommuna hevur altíð klárað seg væl, og tað er meira at tapa enn at vinna við at leggja saman sum nú er, er einmælta svarið frá bygdaráðslimunum á Eiði. So tað er ikki líkt til at Eiðis kommuna leggur saman við aðrari kommunu

Meðan stríðið gongur hart upp til kommunuvalið, so er eitt evni allir limirnir í Eiðis bygdaráði kunnu vera samdir um. Teir vilja ikki leggja saman við nøkrum, ella í hvussu so er ikki enn.

- Vit hava altíð klára okkum. Vit vóru tann fyrsta kommunan í Eysturoynni, ið gjørdist einsamøll, og vit hava klára okkum, og klára okkum væl líka síðani, sigur Jógvan K. Mørkøre, ið er bygdaráðslimur á Eiði. Allir bygdarráðslimirnir eru eisini samdir um, at tað aldrin hevur verið máttloysi á Eiði, og tí meta teir tað ikki vera neyðugt at leggja saman.


Kanska vit vera noydd

Landsstýrið hevur ætlanir um, at ávís øki skulu leggja saman, og tað eru eiðismenn sera harmir um.

- Verða vit noydd, so verða vit noydd, men sum er gongur væl, og tað er ongin orsøk at leggja saman fyri at leggja saman, sigur Bernhard Jacobsen, ið eisini er bygdaráðslimur. Jóhan K. Joensen tekur eisini undir við honum, og greiðir frá, at ongin orsøk er at leggja saman, fyrr enn mann hevur okkurt at leggja saman um.


Vilja ikki trýstast

- Sum er, sær tað út til, at vit onki val fáa, tá talan er um samanlegging. Aðrastaðni hevur mann fingið loyvi til at velja ímillum ymiskar møguleikar, men her sær tað út sum, at vit verða noydd í Sunda kommunu, og tað er ikki gott nokk, greiðir Rólant Poulsen frá. Hetta er eisini nakað bygdarráðslimirnir eru púra samdir um, tí limirnir eru keddir av, at tað frammanundan er avgjørt, at tað júst skal vera Sunda kommuna.

- Tað er ikki rætt at fólksins vilji skal stúgvast til viks av landsstýrisfólkum, sum ofta ikki eru fólkavald. Kommunustýrislimir eru í hvussu so er fólkavaldir, sigur Jógvan K. Mørkøre.


Samstarv er ein møguleiki

Hinvegin vilja eiðisfólk fegin hava samstarv, og kanska eisini víðka um samstarvið.

- Vit hava gott samstarv við Sunda kommunu á nógvum økjum, og tað kann eisini víðkast, men vit vilja ikki hava samanlegging, sigur Anfinnur Kruse. Tom Joensen leggur afturat, at Eiðis kommuna hevur minni skuld enn grannakommunan, og tí er betur at klára seg sjálvan, sum nú er.


Ynskja greitt býti

Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, sær fyrimunur í eini samanlegging, men hann dugir ikki at hugsa sær eina samanlegging enn.

- Eg haldi ikki mann skal leggja saman við nakran fyrr enn landspolitikkararnir hava gjørt eitt greitt býti millum uppgávur hjá landi í mun til kommunu.

Alt í alt kann mann siga. At bygdarráðslimirnir, og tí helst eisini eiðisfólk, eru so gott sum samd um, at ein samanlegging ikki er tað fyrsta á skránni.


Viðsíðurnarav

Sunda Kommuna er opin

Eftir øllum at døma eru tað Sunda og Eiðis kommunur, ið eru møguliga samanleggingin, og Sunda kommuna er púra opin fyri hesum møguleika.

- Eg plagi altíð at hyggja at møguleikunum heldur enn forðingunum, og í samband við samanlegging við Eiðis kommunu eri eg sannførdur um, at tað eru fleiri fyrimunir enn vansar. Tað er so býtt at kappast ímóti hvørjum øðrum, heldur enn at kappast saman ímóti restini av landinum, greiðir Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu frá.

Limirnir í Eiðis bygdaráð sýnast at vera samdir um, at Sunda kommuna vinnur meira enn Eiðis kommunu við eini samanlegging, enn Eiðis kommuna. Hesum er Heðin Zachariassen ikki samdur við.

- Sjálvandi vera tað fyrimunir báðar vegir, tað er greitt, at vansar eisini eru, men eg síggi tað sum ein fyrimun fyri alt økið, um vit leggja saman, greiðir borgarstjórin í Sunda Kommunu frá.