Bæði West Ham og Manchester United verða sett í samband við Eidur Smára Gudjohnsen, sum í fjør skifti frá Chelsea til Barcelona. Har hevur íslendingurin fyri tað nógva sitið á beinkinum, og tí verður gitt, at hann vil sleppa aftur til Onglands. Sjálvur sigur Eidur Smári, at hann ikki vil avíssa einum skifti, og í enskum miðlum verður roknað við, at Manchester United fer at tryggja sær undirskrift hansara. Hinvegin er “íslendska” West Ham eisini eitt gott boð.