Farleiðin til Suðuroyar
Tað er at fegnast um, at Føroya Landsstýri og Løgtingið eru farin undir ítøkiligt arbeiði at bøta ferðasambandið til Suðuroyar. Tað er eisini at fegnast um, at ambitiónirnar eru høgar, og at ein tunnilsloysn er í umbúnað.
Málið tykist vera komið so væl áleiðis, at lógaruppskot um projektering av undirsjóvartunli er um at vera klárt at leggja fyri Løgtingið. Sum skilst, ætlar P/F Suðuroyartunnilin, at farleiðin til Suðuroyar skal ganga yvir Traðarhamar og umvegis tunnilsmunna í Djúpadali, fram við Skúvoynni til Sandvíkar.
Á borgarafundi á Sandi, 9. desember, løgdu undirritaðu, eftir áheitan frá Sandoyar og Skúvoyar kommunu, fram eina aðra linjuføring, sum hevði tunnilsmunna vestan fyri og norðan fyri Sands bygd. Grundað á afturmeldingar, hava vit síðani broytt okkara uppskot nakað, so at tunnilsmunnin nú er innan fyri Múlan ístaðin fyri heimi á Ryggi millum Sandsvatn og Nykutjørn.
Yvirskipað um Suðuroyartunnilin
Við støði í royndunum at gera tunlar í Føroyum, talar nógv fyri, at ein tunnil í longdini er besta samfelagsliga loysnin, tí hon tryggjar bestu ferðamøguleikarnar til og frá Suðuroynni.
Í Suðuroynni eru 4.600 borgarar, 220 fyritøkur og 15 ítróttarfeløg. Fortreytin fyri menning og trivnaði er eitt nútímans ferðasamband til meginlandið og harvið eisini til umheimin.
Infrakervið innanoyggja í Suðuroy er nærum 1. floks við skjótt 5 tunlum og sum heild góðum landsvegum, men sambandið við restina av landinum og umheimin er somikið avmarkað, at oyggin í nærum eina øld hevur haft afturgongd og fráflyting. Fortreytin fyri, at Suðuroyggin aftur kann fáa framgongd, er eitt fast samband við meginlandið.
Linjuføringin
Politiska málið eigur at vera at velja ta samfelagsbúskaparligu bestu loysnina, umframt tryggastu og stytstu leið. Onnur atlit eiga eisini at verða tikin, so sum tilbúgving, umhvørvisárin, brúk av tunnilstilfari, oljunýtsla, slit av dekkum og tíð og kostnaður fyri brúkaran.
Havandi landafrøði og jarðfrøði í huga, so liggur Skúvoy væl fyri og eigur at verða partur av farleiðini, og ein teymur inn til bygdina eigur at hugsast inn í verkætlanina.
Vit hava valt at flyta tunnilsmunnan longri norður fyri ikki at forða framtíðar útbygging av Sands bygd. Umhvørvisárinini verða minni, og styttri verður eisini millum tunnilsmunnarnar á Sandoyar- og komandi Suðuroyartunlinum. Hetta hevur jaliga ávirkan á tilbúgvingina til undirsjóvartunlarnar báðar. Hetta leingir samlaða tunnilin nakað, men betrar farleiðina á fleiri økjum.
Okkara uppskot heldur fast við, at samlaða farleiðin til Suðuroyar skal vera so stutt og lagalig sum gjørligt, júst sum Landsverk mælti til í viðmerkingum til álitið frá tunnilsbólkinum 25. juni 2019.
Í hesi frágreiðing verður tikið saman um arbeiðið, ið varð gjørt fyri kommunurnar á Sandi og Skúvoy, og samanborið verður við aktuellu linjuføringina hjá P/F Suðuroyartunlinum, nevnd linjuføring 1, sum nú er eftir Traðarhamri, gjøgnum Djúpadal og haðani suður til Sandvíkar.
Skúvoy knýtast uppí
Sum innleiðandi nevnt, so mæla vit til knýta Skúvoy uppí ein komandi Suðuroyartunnil, og at hesin møguleiki verður partur av einum komandi útboði.
Royndir úr Norra vísa, at ventilatión í longum tunlum er ein avbjóðing, og at ein ventilatiónsskakt inni í tunlinum, umframt tunnilsmunnarnir, hevur týdning fyri, um tunnilin kann góðkennast til ferðslu báðar vegir. Júst tí eigur Skúvoy at verða tikin við, tá verkætlanin verður projekterað og boðin út.
Loysnin, vit mæla til, er líknandi tí, vit kenna undir Tangafirði við eini rundkoyring undir Skúvoy við einum teymi, við áleið sama halli sum Vágatunnilin, upp á Skúvoy. Hugsað er at gera umleið 50 - 100 parkeringspláss við tunnilsmunnan í Skúvoy og tálma atkomuni við ljósregulering á arminum í rundkoyringini.
Ein fyrimunur við hesi loysnini kann vera, at arbeiðstakarin hevur møguleika at gera byggipláss í Skúvoy og fara inn í fjallið har, gera rundkoyringina undir oynni hiðani og síðan byrja at bora/spreingja ímóti Suðuroynni og Sandoynni. Sostatt er møguleiki at arbeiða við fýra benum, ístaðin fyri tveimum. Hetta kann stytta arbeiðstíðina munandi og minkar harvið um verkætlanarváðan. Samstundis økir hetta um trygdina á lidnu loysnini, tí møguleiki er at koma út í Skúvoy í einari møguligari neyðstøðu, bæði undir bygging og tá ið tunnilin er liðugur.
Um tað er umhvørvisliga ráðiligt kann, grótið koyrast á sjógv ella leggjast fram við bakkanum.
Longd á farleið
Hóast Suðuroyggin fær fast samband til meginlandið, verður tað framvegis langt at ferðast. Tí hevur tað alstóran týdning, at samlaða farleiðin verður so stutt sum gjørligt. Um farleiðin verður eftir Traðarhamri og umvegis Djúpadal til Sandvíkar, sum P/F Suðuroyartunnilin mælir til, verður teinurin góðar 5 kilometrar longri enn linjuføringarnar, sum eru lýstar í hesi frágreiðing.
Teinurin, ið P/F Suðuroyartunnilin mælir til, hevur harumframt eisini munandi fleiri hæddarmetrar. Eitt akfar skal næstan ferðast tvífalt so langt upp í hæddina við loysnini hjá P/F Suðuroyartunlinum samanborið við loysnirnar, sum eru lýstar her.
Hetta elvir alt til hægri brúkskostnað, tíðarspill, slit og óneyðugt CO2 útlát.
Okkara alternativu linjuføringar 2, 3 og 4, eru allar við tunnilsmunna norðan fyri Sands bygd. Linjuføringarnar og longd í metrum síggjast í talvuni niðanfyri samanbornar við loysnina hjá P/F Suðuroyartunlinum, linjuføring 1.
##med2##
##med3##
Um støði verður tikið í mettari ferðslu, 1.400 bilar um dagin (ÁDT), og verður roknað yvir ár, hevur longri teinurin hesar avleiðingar:
- 5 km x 1.400 ÁDT = 7.000 eyka km um dagin = 2,6 mió. eyka km um árið Tilsamans 64 ferð runt knøttin av eyka koyring um árið
- 5 min. x 1.400 ÁDT = 117 tímar um dagin = 43.000 tímar um árið
Tilsamans uml. 25 mist ársverk um árið svarandi til 8,5 mió krónur um árið.
Hæddarmetrar
Farleiðin hjá P/F Suðuroyartunlinum eftir Traðarhamri merkir, at ferðslan skal lyftast úr 180 metra dýpi og upp í 220 metra hædd. Tilsamans skulu øll akfør sostatt lyftast 400 hæddarmetrar.
Okkara linjuføringar, sum allar hava tunnilsmunna norðan fyri Sands bygd, hava allar lægsta punkt á 170 metrum og mestu hædd á 40 metrum í Traðardali. Tilsamans skulu øll akfør sostatt lyftast 210 hæddarmetrar við okkara loysn.
Munurin millum okkara loysn og loysnina hjá P/F Suðuroyartunlinum er sostatt 190 hæddarmetrar.
Munurin í hæddarmetrum saman við longri koyringini merkir, at loysnin hjá P/F Suðuroyartunlinum hevur hesar vansar:
- Meirnýtsla av brennievni í miðal 0,9 litur fyri túrin ella 460.000 litrar um árið.
- Meirútlát av CO2 í miðal 2 kg fyri túrin ella 1.022 tons um árið. Uppá 50 ár eru hetta 51.100
tons av óneyðugum CO2 útláti.
- Meirnýtsla av dekkum, og harvið gummi o.ø., sum endar í náttúruni, er mett at verða knøpp
tvey tons um árið.
Trygd og jarðfrøði
P/F Suðuroyartunnilin tvíheldur um, at tunnilsmunnin á Suðuroyartunlinum skal liggja í Djúpadali heldur enn, sum vit mæla til, norðan fyri Sands bygd.
Men hóast fleiri enn 600 síður av fylgiskjølum liggja við lógaruppskotinum, so er einki ítøkiligt skjalfest, jarðfrøði ella annað, sum talar fyri, at linjuføringin er tryggari úr Djúpadali enn norðan av Sandi. Tvørturímóti hevur Landsverk áður úttalað, at jarðfrøðiligu váðarnir av Sandi eru minni. Bíðað verður enn eftir, at jarðfrøðiligu kanningarnar eru liðugt greinaðar.
Somuleiðis vantar ein loysn fyri trygdina í sjálvum undirsjóvartunlinum. Eitt arbeiðið, sum er avgerandi at fáa frá hondini, áðrenn projektering og útboð.
At samtykkja við lóg, hvar tunnilsmunnar skulu vera, áðrenn hesar kanningar eru lidnar, økir markant um váðan við projektinum.
P/F Suðuroyartunnilin hevur ført fram, at fyri at minka váðan, er umráðandi, at teinurin undir sjónum verður so stuttur sum gjørligt. Júst hetta varð brúkt sum høvuðsargument fyri, at tunnilsmunnin skal vera í Djúpadali. Talvan niðanfyri vísir teinin undir sjónum fyri tær 4 linjuføringarnar. Sum talvan vísir, eru linjuføringarnar av Sandi styttri undir sjónum enn linjuføringin úr Djúpadali. Høvuðsargumentið hjá P/F Suðuroyartunlinum fyri tunli umvegis Djúpadal heldur sostatt ikki. Heldur staðfestir uppáhaldið hjá P/F Suðuroyartunlinum, at leiðin av Sandi má vera tryggari.
##med4##
Ventilatión
Í samband við langar tunnilsverkætlanir í Norra, hava myndugleikarnir sett krav um, at serstøk atgongd til ventilatión er tøk inni í tunlinum, umframt í báðum tunnilsmunnunum. T.d. hava norsku Lærdalstunnilin (24,5 km), Ryfasttunnilin (14 km) og Rogfasttunnilin (27 km), sum er í gerð, allir serstaka atgongd til ventilatión inni í tunlinum.
Eingin tílík atgongd er við í forprojektinum, sum Nordconsult hevur gjørt fyri P/F Suðuroyartunnilin. Royndirnar úr Norra vísa, at ventilatión í longum tunlum er ein stór avbjóðing, serliga tá ið ferðsla er báðar vegir. Lærdalstunnilin hevði t.d. ikki verið góðkendur til ferðslu uttan eina ventilatiónsskakt, sum er umleið 8 kilometrar inni í tunlinum.
Við okkara linjuføringum er Skúvoy ein integreraður partur av verkætlanini, og góður møguleiki er tí fyri ventilatión har. Hetta tryggjar, at tunnilin kann góðkennast. Tað tryggjar samstundis, at Suðuroyartunnilin frameftir, við vaksandi ferðslu, kann hava nøktandi luftskifti. Tí hóast el-akfør sannlíkt fara at fjølgast, so fara akfør drivin av bensini og diesel framvegis at koyra í nógv ár.
Tilbúgving
Um tunnilsmunnin verður lagdur í Djúpadali verða 10,3 km millum Sandoyartunnilsmunnan og Suðuroyartunnilsmunnan. Verður tunnilsmunnin á Suðuroyartunnilin hinvegin lagdur innan fyri Múlan, verða einans 2,5 km millum Sandoyartunnilsmunnan og Suðuroyartunnilsmunnan.
Hæddin á farleiðini eftir Traðarhamri kann eisini gerðast ein stór avbjóðing fyri neyðsynjarakfør, sum, í einari møguligari kreppustøðu, sannlíkt eisini koma úr Tórshavn.
Stutta fjarstøðan millum munnarnar er ein stórur fyrimunur í sambandi við tunnilstilbúgvingina, ikki minst á Sandoynni. Reaktiónstíðin hjá neyðsynjarakførum verður munandi styttri við okkara loysn enn við loysnini hjá P/F Suðuroyartunlinum, har neyðsynjarakførini hava 160 hæddarmetrar og 8 km longri at koyra.
Sandoyar sløkkilið hevur longu samstarv við Tórshavnar kommunu um tilbúgvingina í Sandoyartunlinum. Tað er sannlíkt, at hendan tilbúgving, við stórum fyrimuni, kann røkja báðar undirsjóvartunlar. Verður tunnilsmunnin hinvegin í Djúpadali, so er talan um eina triðju kommunu.
Verður Skúvoy partur av Suðuroyartunlinum kann oyggin eisini gerðast ein virkin partur av tilbúgvingini.
Tunnilstilfar og spreingiarbeiði
Eingin verulig ætlan tykist vera gjørd fyri tilfarið, sum kemur úr undirsjóvartunlinum. Í fylgiskjølunum til lógaruppskotið eru bert tvær blaðsíður, ið umrøða, hvar tilfarið kann leggjast.
Havandi handfaringina av tilfarinum úr Eysturoyar- og Sandoyartunlunum í huga, har stór fjøll av tilfari enn síggjast í landslagnum, eiga vit longu nú at umhugsa, hvat hetta stóra tilfeingið, sum tilfarið jú er, kann brúkast til.
Vit mæla til at brúka tilfarið, sum kemur úr Suðuroyartunlinum til útfylling til ídnaðarøki, antin á Símunarbukt í Skopun ella á Gomlurætt.
T.d. varð stórur partur av grótinum úr Sandoyartunlinum koyrdur til Runavíkar, har tað bleiv brúkt í útfylling. Úrslitið er, at eitt stórt og virðismikið vinnuøki í dag liggur klárt at byggja á.
Teinurin frá Múlanum og til Skopunar ella á Gomlurætt er munandi styttri enn av Gomlurætt til Runavíkar, so hetta eigur at bera væl til.
##med5##
Verður tunnilsmunnin norðan fyri Múlan, verður tunnilsvatnið handfarið sambært forskriftum. Hallið á lendinum verður gjørt, so at tunnilsvatn ikki rennur út í Sandsvatn. Eitt reinsiverk, sum tekur møguliga evju og olju úr borivatninum, kann setast upp í økinum, og reinsaða vatnið verður pumpað út í Grótvík. Myndin niðanfyri vísir, hvussu hetta kann skipast.
##med6##
Stórvegis ampi ella seinking væntast ikki av at bora og spreingja tunnilin undir og vestan fyri Sands bygd. Hetta er sambæriligt við loysnina á Strondum og við Rókina í sambandi við Eysturoyartunnilin. Vísast kann harumframt til boring og spreinging undir Kirkjubø í sambandi við Sandoyartunnilin.
Kostnaðarmeting
Samanborið við loysnina hjá P/F Suðuroyartunlinum er meirkostnaðurin av at leggja tunnilsmunnan innan fyri Múlan 224 mió. kr. Tá hava vit brúkt somu fortreytir sum P/F Suðuroyartunnilin brúkar.
Sí talvuna niðanfyri.
##med7##
Viðmerkingar frá Landsverki
Viðmerkingar frá Landsverki til álit frá arbeiðsbólki um Suðuroyartunnil, dagfest 25. juni 2019, vóru hesar:
Alt talar fyri, at loysnin, norðan fyri Sands bygd er tann besta, tí:
- Farleiðin millum Suðuroy og høvuðsstaðin er tann stytsta, tá ið tunnilin er liðugur
- Loysnin er tann tryggasta, tí rýmingarmøguleiki verður í Skúvoy
- Tunnilskoyringin verður í tveimum, Sandoy-Skúvoy og Skúvoy-Suðuroy og tí minni monoton
og harvið tryggari
- Skúvoy verður tikin við í loysnina, og sostatt verður óneyðugt við framhaldandi
ferjusambandi
- Loysnin liggur uttan fyri bygt øki í Sandoynni
- Loysnin tekur hædd fyri avleiddum verkætlanum
- Alt talar fyri at jarðfrøðiligu váðarnir við hesi loysnini eru minni
Samanumtøka
Alt talar fyri, at loysnin við tunnilsmunna norðan fyri Sands bygd, har Skúvoy verður tikin við sum ein integreraður partur, er tann besta, tá atlit verður tikið til trygd og tilbúgving, jarðfrøði, umhvørvi, brúkskostnað og samfelagsgagn í heila tikið.
Um farleiðin til Skúvoyar verður boðin út saman við Suðuroyartunlinum, fæst besti prísur fyri samlaðu loysnina.
Fylgiskjøl
Til hesa frágreiðing er viðfest skitsa av linjuføring 4, linjuføring á Sandi og byggiplássi í samband við linjuføringina.
Viðkomandi tilfar
- KVF 28. januar 2025: Tunnilsfelagið uppskot um nýggja vegaloysn á Sandi. kvf.fo/greinar/2025/01/28/tunnilsfelagid-uppskot-um-nyggja-vegaloysn-sandi
- KVF 10. desember 2024: Nýtt uppskot um linjuføring á Sandi og teymur til Skúvoyar. kvf.fo/greinar/2024/12/10/nytt-uppskot-um-linjuforing-sandi-og-teymur-til-skuvoyar
- Løgmannsskrivstovan 8. november 2024: Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. www.lms.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-loegtingslog-um- suduroyartunnilin-vid-tilhoyrandi-tunnilskervum-og-vegakervum
- Landsverk 25. juni 2019: Viðmerkingar til álit frá arbeiðsbólki um Suðuroyartunnil. landsstyri.cdn.fo/savn/20ub2qag/fylgiskjal-17-alit-um-moeguleikar-fyrimunir-og- vansar-at-gera-ein-suduroyartunnil-samferdslumalaradid-2019.pdf?s=BnmD5u- 9MzMY7BMw00XloveC0iM
Høvundar
Skrivað og ábyrgd av innihaldinum í hesi frágreiðing hava Kristian Stórhamar, Mourits Joensen og Jón Sigurdsson.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
##med49##
##med50##
##med51##
##med52##
##med53##
##med54##