Fýra ráðharrar í bretsku stjórnini mæla stjórnarflokkinum til at viðganga síni mistøk í sambandi við Irak-kríggið.
Teir fýra ráðharrarnir siga, at skal Labour endurvinna álitið frá bretska fólkinum, noyðist flokkurin at viðganga, at mistøk eru gjørd í sambandi við bretsku luttøkuna í Irak-krígnum.
Ráðharrarnir siga, at stjórnin gjørdi fleiri mistøk, tá hon gjørdi av at stuðla USA í at gera innrás í Irak í 2003. Hilary Benn, menningarráðharri, sigur við The Guardian, at tað var skeivt av Bretlandi at taka lut í innrásini uttan at hava minsta prógv fyri, at Irak veruliga hevði hópoyðingarvápn.
-Vit eiga at taka í egnan barm, viðganga mistøkini og læra av teimum, sigur Hilary benn við blaðið.
Ein annar ráðharri, Peter Hain, sigur, at stjórnin legði alt ov stóran dent á at hava góð viðurskifti við tann mest høgravenda amerikanska forsetan í nýggjari tíð, og kríggið í Irak hevur gjørt, at bretska fólkið hevur gloymt alt tað rætta, sum vit hava gjørt aðrastaðni, skrivar hann í tíðarritinum New Statesman.
Tveir aðrir ráðharrar, James Purnell og Yvette Cooper, hava fyrr sagt, at Labour eigur at viðganga mistøkini í sambandi við kríggið í Irak.