Eiga avgjørt at gera fleiri royndir í trolfríu økjunum

- Spurningurin er, um vit ikki eiga at hyggja nærri eftir stongdu og friðaðu leiðunum, nú møguleikar eru at verja ungfisk á ein annan hátt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Í apríl/ mai í ár vórðu tveir royndartúrar gjørdir við partrolarunum, Heyki og Falki, har annað skipið í senn fiskaði við skiljirist í trolinum. Túrarnir vórðu gjørdir í samstarvi millum Havstovuna, Vørn, Vónina og felgið Faroe Origin, sum eigur skipini.

Endamálið var at kanna, hvørja ávirkan skiljirist hevur á veiðina eftir upsa, og um tað ber til at skilja ein munandi part av ungfiskinum úr trolinum.

Meðan royndirnar vórðu gjørdar, sluppu skipini eisini at fiska í stongdum kassum, og ristin skuldi skilja smáa upsan úr veiðini.

Í frágreiðing, sum Havstovan hevur skrivað, verður sagt, at ristin skilti umleið 60% av smáa upsanum - í vekt - úr trolinum og fiskurin, sum fór ígjøgnum ristina, svam livandi frá trolinum.

Í Sosialinum herfyri ásannaði leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaaard, at umleið 40% av landgrunninum meira ella minni permanent er stongdur fyri trolveiði. Hann helt, at nýggir veiðimøguleikar saktans kunnu spyrjast burtur úr royndunum við skiljirist.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at tað avgjørt eru møguleikar at lata nøkur av stongdu økjunum upp aftur til veiði eftir upsa við rist í trolinum.

- Eg haldi, at royndirnar hjá Heyki og Falki vóru rættiliga áhugaverdar, men enn er einki ítøkiligt hent, síðan tær vórðu gjørdar, sigur hann.

Landsstýrismaðurin heldur, at tá umleið 40% av landgrunninum er stongdur fyri trolveiði, liggur so mikið størri trýst á teimum økjum, sum eru opin.

- Jú, her eru avgjørt møguleikar, sum vit eiga og burdu gjørt meira við, og spurningurin er, um vit ikki eiga at hyggja nærri eftir stongdu og friðaðu leiðunum, nú vit síggja, at møguleikar eru at verja ungfiskin á ein annan hátt, enn vit higartil vit hava gjørt í veiðini eftir upsa, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Teir, sum eiga ísfiskatrolararnar, hava leingi kent seg avmarkaðar við øllum teimum stongdu økjunum, sum eru á landgrunninum, og stundum kann tað taka langa tíð hjá skipunum at sigla millum økini, tá skipini royna ymiskar leiðir.