Eigil misti beiggja sín við Stellu Argus

Minnisvarðin í Miðvági bleiv vígdur 9. februar 1964. Arbeiðið at gera minnisvarða fyri sjólátin tók dik á seg tá Stella Argus gekk burtur í 1957

Ein sjálvsognarstovnur bleiv stovnaður fyri at fáa minnisvarða reistan í Miðvági, tey sum skipaðu seg í nevnd, høvdu øll mist á sjónum.

 

Eigil Rasmussen misti beiggja sín, Jóannes A. Rasmussen, tá Stella Argus gekk burtur. Mamma hansara, Katrina Rasmussen var í nevndini, og pápin, Jens Rasmussen fekk uppgávuna at gera listan yvir tey, sum vóru deyð á sjónum.

 

Eigil Rasmussen var 18 ár, tá hann misti beiggja sín. Tá mamma hansara gavst í nevndini, kom Eigil Rasmussen í hennara stað.

 

##med2##

 

Nakað bleiv kjakast um, hvørji nøvn skuldu ritast á minnispláturnar, um hesar bara skuldu vera fyri tey sum vóru deyð á sjónum, ella um tey sum vóru farin í øðrum vanlukkum eisini skuldu við.

 

– Hvør steinur mátti berast umborð á Vesturleið, siglast suður til havnar, og berast innaftur í kirkjugarðin.

 

Av tí at tað var kostnaðarmikið og orkukrevjandi at flyta steinarnar, bleiv avrátt at bara tey, sum vóru sjólátin, skuldu hava navn við minnisvarðan. Fleiri av teimum sjólátnu eru ongantíð komin afturíaftur, og hava ongan gravstein, minnispláturnar eru tí einasta staðið har nøvn teirra eru at finna.

 

##med3##

 

Grótlaðarin Juul Andreassen av Velbastað hevur gjørt minnisvarðan.

 

– Hetta bleiv alt gjørt, áðrenn kranar komu, og tað hevur verið eitt øðiligt stríð.

 

Fyrstu árini lógu steinarnir við nøvnunum niðri, men hetta fór illa við nøvnunum. Nú eru steinarnir reistir upp, og hetta ger at teir slítast minni.

 

Tað sermerkta er at í fimm ættarlið eru menn í familjuni hjá Eigil Rasmussen deyðir á sjónum. Tann fyrsti var langabbabeiggi hansara, síðani abbabeiggi, triðji var pápabeiggi hansara, og tann seinasti beiggi.

 

Minnisvarðin var innvígaður 9. apríl 1964. Hendan dagin var stórt hátíðarhald, og tað hevur tað verið hvønn allahalgannadag síðani minnisvarðin bleiv innvígaður.

 

– 1. november hittast nógv fólk. Vit hittast í kirkjuni, og ganga út á minnavarðan um tað viðrar, verður haldið í kirkjuni, men tað hevur ongantíð verið enn, tí tað hevur altíð verið nøkulunda veður. Aftaná er kaffi í bygdarhúsinum.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##