Eikin – ein deiligur væl "stylaður” handil á Hjalla

Eikin varð stovnað við tí endamáli at bjóða føroyingum dygdarmøblar fyri rímiligan kostnað. Hetta eydnaðist so væl, at í dag er Eikin ein av størstu handlum av sínum slagi í Føroyum.

 

 

Í stóra handilinum á Hjalla eru flottar framsýningar við køkum og seingjum. Eisini gongsmøblar, spegl, pútur og annað tilhoyr til heimið, eins og gávulutir fáa nógv pláss í handlinum á Hjalla.

 

Eikin hevur helst størsta og flottasta køksúrval í landinum við køkum úr 50.000 krónum og uppeftir. Samstundis, sum Eikin selur Kvik køkar, er HTH-køkar í sama bygningi. 

 

HTH

HTH hevur altíð havt eitt stórt pláss í føroysku hjørtunum.

 

Poul Jacobsen og Ása á Dul Jacobsen, sum høvdu HTH í sínari tíð á Hálsi, eru framvegis av og á inni á gólvinum og vitja HTH á Hjalla. Tá í tíðini varð alt teknað við hond. Í dag er alt tekniarbeiði teldustýrt, so nógv er broytt hesi árini, HTH hevur verið í Føroyum.

 

Enn eru nógvir av køkunum, ið tá vórðu seldir á Hálsi, ein partur av mongum heimum kring landið.

 

Fantastiska flottir køkar!

 

##med2##

 

HTH Projektkøkar

HTH er allarhelst størsti veitarin av projektkøkum í Norðurlondum. Hetta er ein stórur partum av samlaða umsetninginum. Eisini her heima hjá okkum er HTH veitari til størru byggiprojektini. Hetta spreiðir seg heilt frá smærru byggiprojektunum á 2-3 køkar til tey størru upp á 10 tals køkar .

 

KVIK

KVIK-køkar, sum eisini er ein danskur køksframleiðari, ið seinastu fáu árini hevur tvífaldað sína framleiðslu, er vorðin ein av teimum stóru køksveitarunum í Danmark.

 

KVIK vunnu seg eisini inn á føroyska køksmarknaðin í 90-unum. Her hjá okkum eru nakrir túsund KVIK-køkar settir upp í føroysku heimunum seinast árini. 

 

Fyrimunurin við einum KVIK-køki er vælútnyttaða goymsluplássið í skápunum. XXL skápini hjá KVIK eru eisini sera nógv seld. XXL skápini rúma 40% meira enn eitt vanligt køksskáp, og eru tí serliga hent, um plássið kanska ikki er so stórt.

 

##med3##

 

Tí er sera umráðandi at brúka plássið maksimalt. 

 

KVIK-køkarnir fáast bæði sum ósamlað skáp og sum samansett skápselement. Altíð eitt flott úrval av hurðum. Bæði klassiskt og modernað flott dansk snið. KVIK hevur altíð ein køk á goymslu, um tað skal gerast skjótt. Eisini, tá talan er um skáp til bryggers, gongsmøblar ella høgskáp til goymslu.

 

Klædnaskáp

Eikin er kend fyri klædnaskápini.

 

Klædnaskápsdeildin hevur eitt breitt og flott úrval, har tú fært skápið innrættað júst til tín tørv og tilpassað til tíni mát. Serliga dragihurða-skápini selja vit sera nógv av. So eru tað tey klædnaskápini við hongslaðum hurðum, sum eisini eru nógv eftirspurd.

 

Seingjadeildin, gávu & prýðislutir 

 

- Seingjardeildin flutti eisini niðan hjá Hjalla. Við fantastisku Jensen-seingjunum og ZenziZone seingjarúrvalinum nýtist okkum ikki breiðari úrval. Hetta dekkar allan tørv, bæði hvat viðvíkur liggikomforti og prísi, sigur Tummas Jákup Høj, stjóri í Eikini.

 

Tað kemst ikki av ongum, at vit brúka slagorðið "vit leggja ikki rygg til hvat sum helst”. Okkara sengur eru kendar fyri at hava góðan liggikomfort. 

 

- At vitja handilin á Hjalla er altíð eina uppliving verd. Hugnaligt prát og altíð  ein góður kaffimunnur at fáa, sigur stjórin í Eikini.

 

##med4##

 

##med5##