Miriam og Bjarnhild vunnu fjórðingsfinaluna

Hetta verður fyrstu ferð, at føroyskir badmintonleikarar vinna heiðursmerkir í altjóða góðkendari kapping hjá Badminton World Federation.

- Við einum spennandi tvey-settara vunnu Miriam og Bjarnhild sína fjórðingsfinalu í morgun 21-15, 21-14 á pari úr Estlandi. Sostatt skulu tær spæla hálvfinalu í kvøld, har tær møta sterkum avstralskum pari, sum vunnu sína fjórðingsfinalu á fronskum pari.

 

Tað siga tey í Badmintonsambandi Føroya í dag.

 

- Í blandaðum tvímansleiki møttu Miriam og grønlendski makkarin, Maluk, yvirvøldini í sterka malaysiska parinum, sum vann 21-12, 21-10. Men, tey spældu tætt í byrjanini av hvørjum setti og kempaðu væl ímóti dugnaliga parinum. 

 

Hetta verður fyrstu ferð, at føroyskir badmintonleikarar vinna heiðursmerkir í altjóða góðkendari kapping hjá Badminton World Federation.

 

- Føroyskir leikarar hava higartil einamest luttikið í donskum kappingum og í Oyggjaleikum, men seinnu árini hava føroysku leikararnir eisini bjóðað seg sjálvan av við at luttaka í altjóða kappingum. 

 

Í Badmintonsamband Føroya siga tey, at við at vinna sær pláss í hálvfinalu hava Miriam og Bjarnhild tryggjað sær heiðursmerkjapláss.

 

- Vinna tær hálvfinalu sína í kvøld, skulu tær spæla finaluna um gull og silvur í morgin, annars eiga tær bronsuplássini, verður lagt aftrat.